Menna møguleikarnar fyri aling av toski

Tjóðveldi leggur fram uppskot á ting um at seta ferð á gransking og menning av toskaaling.

Tíðindaskriv

Føroyar sum fiskivinnu- og alitjóð eiga at leggja sera stóran dent á maritima gransking og nýggjar vinnumøguleikar, og vera í fremstu røð á økjum, har vit hava sjónligar fyrimunir.

Tí er týdningarmikið at tryggja miðvísa menning og gransking av nýggjum alimøguleikum, eitt nú aling av toski, har Føroyar hava møguleika at gerast oddviti.

Samlaðu umstøðurnar at ala tosk eru bestar í Føroyum, tá samanborið verður við lond sum Ísland, Norra, Skotland og Kanada. Tað støðuga hitalagið í sjónum er ein stórur fyrimunur eins og granskingarúrslit greitt benda á, at toskurin av Føroyabanka veksur skjótari enn onnur toskasløg.

Fleiri avbjóðingar loysast

Hóast Føroyar hava fleiri kappingarfyrimunir við toskaaling, eru eisini avbjóðingar ? eitt nú er plássið at ala á avmarkað og neyðugt er at menna dygdargóða framleiðslu av toskayngli og í heila tikið uppbyggja vitan og førleikar innan hesa aligrein. Streymviðurskifti og annað, ið ávirkar aling sum heild, er eisini relevant gransking í hesum sambandi.

Samstarv millum vinnu og gransking

Tað almenna eigur at lyfta uppgávuna at fáa ferð á hesa menning, í samstarvi við vinnuna, soleiðis at vitanin beinleiðis kemur vinnuni til nyttu.

Tvær privatar fyritøkur eru farnar undir toskaaling á royndarstøði, eins og nakað av almennari gransking hevur verið framd á økinum seinastu árini. Tankin er, at P/F Fiskaaling, ið hevur gjørt eina lagtíðarætlan fyri økið, skal hava ein samskipandi leiklut, og at pengarnir verða oyramerktir til menning og gransking í toskaaling og viðurskiftum kring hesa. Pengarnir skulu nýtast í samstarvi við vinnuna og/ella í samstarvi við aðrar granskingarstovnar.

7 milliónir krónur

Í uppskotinum hjá Tjóðveldi er ætlanin at nýta pengar úr ?endurgjaldsgrunninum til alivinnuna?, til at leggja fíggjarligar lunnar undir menning og gransking av nýggjum alimøguleikum, serliga aling av toski. Talan er um knappar 6,9 milliónir krónur.

Endurgjaldsgrunnurin hevur ikki longur nakað endamál og longu í 2006 mælti nevndin fyri grunnin til at taka grunnin av.

Tjóðveldi metir, at menning av nýggjum alimøguleikum er ein sera góður máti at nýta hesar pengar, tí hetta kann tilføra bæði vinnuni, granskingarumhvørvinum og samfelagnum stór virði.