Eysturoyar Kunningarstova hevur seinastu árini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at menna ferðavinnuna í Eysturoynni. Sum liður í hesum arbeiði, hevur Kunningarstovan nú givið út ein snøggan faldara til nýtslu hjá ymsum ferðaskrivstovum.
Ætlaður útlendingum
Símun J. Hansen, leiðari á Kunningarstovuni í Saltangará, sigur, at faldarin fyrst og fremst er ætlaður at verða ein amboðskassi hjá ferðavinnuskrivstovum uttanlands. Ferðavinnuskrivstovurnar kunnu so seta saman skræddaraseymaðar loysnir til einstaka ferðafólkið.
Av tí, at faldarin er settur saman við leysbløðum, er einans neyðugt at skifta út einstøk bløð, um okkurt er, sum skal broytast, umframt at tað eisini er rættuliga ómaksleyst at skoyta nýggj ferðamál upp í faldaran.
Faldarin er longu sendir fleiri ferðavinnuskrivstovum kring allan heimin, og hevur Kunningarstovan fingið sera positiv svør frá teimum.
Stórur vøkstur
Símur sigur, at vøksturin í ferðavinnuni í Eysturoy hevur verið sera stórur seinastu árini. Samanborið við undanfarna ár, hava tríggjar ferðir so nógv fólk verið og vitjað Kunningarstovuna í ár, og má hetta metast sum eitt tekin um, at tað loysir seg at gera eitt miðvíst arbeiði, fyri at fremja áhugan hjá ferðafólki.
Seinastu árini er nógv gjørt burtur úr at profilera Føroyar sum ferðavinnuland, og er eisini líkt til, at hetta nú gevur úrslit. Símun sigur at tey hava merkt, at talan nú í nógv størri mun er um ferðafólk, sum gista á gistingarhúsum.
Vert er eisini at leggja til merkis, at nú árið er farið at halla, kemur tað framvegis javnan fyri, at útlendsk ferðafólk støkka inn á gólvið hjá Kunningarstovuni. Sjálvandi er talið minni enn um summarið, men tað má í hvussu so er metast sum eitt stórt framstig, at ferðafólk nú eru at síggja, so at siga alt árið. Símun heldur ikki, at talan er um nakra einstaka orsøk til hetta, men nevnir kortini at vetrarsiglingin hjá Norrønu ivaleyst hevur havt eina positiva ávirkan á hetta.
Nógv at bjóða ferðafólki
Annars metir Símun, at Eysturoyggin er sera væl egnað sum ferðamál. Við tað at landslagið er sera fjølbroytt, ber til at skipa fyri túrum av ymsum slag, soleiðis at ymsu ferðafólkini hava møguleika at velja júst tað, teimum dámar. Eisini eru fleiri fornminnissøvn í oynni, og eru hesi eins fjølbroytt og landslagið.
Harumframt royna tey á Kunningarstovuni framhaldandi at menna nýggj ferðamál, soleiðis at úrvalið gerst enn størri hjá ferðafólkunum.
At enda nevnir Símun, at tey høvdu vitjan av umboðum fyri ymsar ferðavinnuskrivstovur, nú Travel Mart varð hildið fyrr í heyst, og vóru tey í hesum sambandi ymsa staðni í Eysturoynni og hugdu at ferðamálunum. Gestirnir vóru á einum máli um, at hetta var so avgjørt nakað, sum tey vildu viðmæla ferðafólkum uttanlanda.