Hummarafelagið, ið er felagið hjá monnum, sum fiska hummara, hevði fyri góðari viku síðan fund um uppskotið hjá landsstýrinum um brúksskyldu, sum eisini fevnir um loyvini hjá teimum, sum fiska hummara.
Fundurin var í kappróðrarneystinum í Streymnesi, og uppmøtingin var góð á hesum fundi. Allir, sum møttir vóru, vóru samdir um ikki at taka undir við ætlaðu broytingunum hjá landsstýrismanninum um brúksskyldu og mótmæltu tískil harðliga ætlanini um hesa broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Í uppskotinum liggur nevniliga, at hummarakvota, sum ikki er eginkvota, kann fella til landskassan aftur og kann seljast umaftur, hóast menn hava keypt sær hesar kvotur frá monnum, sum eru givnir at fiska hummara. Tað er nevniliga soleiðis, at teir, sum fiska hummara í dag, í nógvum førum hava keypt loyvini frá øðrum monnum, og haraftrat hava menn gjørt lutfalsliga stórar íløgur í rúsur. Summir hava keypt sær eini trý loyvir, og formaðurin í Hummarafelagnum, Virgar Fagraklett, metir, at øll loyvir, sum hava skift eigara, síðan vit fingu lógina um vinnuligan fiskiskap miðskeiðis í nítiárunum, eru keypt loyvir.
Almenn afturtøka
- Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum um brúksskyldu kunnu hesi loyvi nú takast aftur, um tey ikki eru brúkt tvey fylgjandi ár á rað, eins og uppskotið leggur upp til, at tikið verður burtur av kvotuni, har talan er um eginkvotur. Okkara limir hava annars verið í góðari trúgv um, at her fór einki kollveltandi at henda fyrr enn í fyrsta lagi í 2018.
Virgar Fagraklett sigur, at nógv tað størsta veiðiøkið, sum er Tangafjørður, Kaldbaksfjørður, Kollafjørður og Skálafjørður, hevur felagskvotu, sum liggur um 54 tons. Økið fevnir um alt hetta økið heilt norður til brúnna við Streymin.
- Samlaða talið av hummaraloyvum liggur um 50, og í hesum felags øki, har allir fiska av felagskvotu, eru eini 36 loyvir. Samlaða hummarakvotan kring alt landið liggur um 80 tons.
Formaðurin í Hummarafelagnum sigur, at tað eru nakrar ávísar greinar í uppskotinum hjá landsstýrinum um brúksskyldu, sum felagið óttast og als ikki tekur undir við.
- Tað, sum vit ikki kunnu taka undir við, er grein 13 a í uppskotinum, har sagt verður, at fiskirættindi skulu gagnnýtast. Sjálvandi vilja vit gagnnýta okkara fiskirættindi, men ymiskar umstøður kunnu gera, at menn ikki røkka teimum 80% av eginkvotuni, sum er treytin fyri, at vit ikki missa burtur av kvotuni til næsta fiskiár. Í uppskotinum stendur nevniliga, at 80% av fiskidøgunum hjá fiskifari skulu í einum fiskiári verða nýttir til fiskiskap. Lagt verður aftrat, at 80% av egnum kvotuparti, egnari árskvotu, egnum hjáveiðiparti og egnari hjáveiðikvotu hjá fiskifari skulu í einum fiskiári verða fiskað.
Virgar vísir á, at um minni enn 80% av fiskirættindunum eru nýtt, verða rættindini fiskiárið eftir skerd í prosentum við muninum millum tað, sum fiskað er – og 80% av hesum rættindum.
- Sambært uppskotinum fella skerd fiskirættindi aftur til landið. Í uppskotinum stendur eisini, at um tillutaðu fiskirættindi als ikki eru nýtt í tvey fiskiár á rað, fella rættindini aftur til landið, sigur formaðurin í Hummarafelagnum.
Hann leggur aftrat, at nevndu 80%, sum røkkast skulu, um menn ikki skulu missa burtur av kvotuni árið eftir, fevna bara um eginkvotur – og ikki felagskvotur.
Felagskvota øðrvísi
- Vit duga ikki at síggja í uppskotinum, at krøvini mótvegis teimum, sum fiska av felagskvotu, líkjast teimum, sum fiska av eginkvotum. Soleiðis, sum vit lesa uppskotið, kunnu menn, sum fiska av felagskvotu, gjarna bara fiska eitt tons og soleiðis varðveita síni rættindi. Men um teir, sum fiska hummara av felagskvotu, einki fiska í tvey ár á rað, missa teir eisini fiskiloyvi. Eftir uppskotinum er hetta galdandi – líka mikið, um talan er um felagskvotu ella eginkvotu, sigur Virgar Fagraklett.
Hann leggur aftrat, at hjá summum hummarafiskimonnum er tað eingin trupulleiki at fiska sína kvotu, meðan tað hjá øðrum er ein stórur trupulleiki.
- Ymiskt er, hvussu menn gera sær reiðskapin og agnið, sum menn egna í rúsurnar, hevur eisini sera nógv at siga. Ymiskt er eisini, hvussu veiðan er í ymisku økjunum, leggur hann aftrat.
Serliga §13b
Tað, sum limirnir í felagnum serliga heftu seg við á limafundinum í Streymnesi, er grein 13 b í uppskotinum um brúksskyldu.
- Her stendur, at landsstýrismanninum verður heimilað – í síni heild ella lutvíst – at lata Fiskimálaráðnum rættindini ella at selja tey rættindi, sum fella aftur til landið. Eisini verður heimilað landsstýrismanninum – í síni heild ella lutvíst – at lata ella selja fiskirættindini endaliga, ið ikki eru latin sum egnir fiskidagar, egin kvotupartur og egin hjáveiðikvota. Inntøkan frá søluni fer tá í landskassan.
Virgar Fagraklett endurtekur, at nógv ymisk viðurskifti kunnu verða viðvirkandi til, at hummarafiskimenn ikki fáa sín part av kvotuni – við teimum møguligu avleiðingum, sum uppskotið hjá landsstýrismanninum leggur upp til.
Alingin órógvar
- Tað, sum serliga hevur verið ein trupulleiki seinnu árini, er, at alingin tekur nógv pláss á firðum og sundum, tí í fleiri førum liggja ringarnir út og inn og taka nógv pláss. Áður lógu aliringarnir, sum tá vóru nógv smærri, enn teir eru í dag, fram við landi, men nú taka teir rættiliga nógv pláss og eru ein stórur trupulleiki – við tí úrsliti, at veiðiøkini gerast nógv trengri. At myndugleikarnir nú loyva hummaraveiði alt árið, ger eisini, at nógvar rúsur standa yvir longri tíð og gera fortreð fyri hvønn annan. Hinvegin kann tað ivaleyst vera ein fyrimunur fyri teir, sum selja hummara av landinum, at ein ávís rávørutilgongd er tað mesta av árinum.
Formaðurin í Hummarafelagnum sigur, at tað, sum menninir á fundinum í Streymnesi ynskja, er, at ætlaðu broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum landsstýrismaðurin nú hevur skotið upp, ikki vera galdandi fyri bátar undir 15 tons.
Veksandi ágangur
- Fyri at fáa hummaraloyvi, skalt tú hava rættindi til at veiða í bólki 5 – og fyri at hava veiðirættindi í bólki 5 skal báturin verða minni enn eitt vist. Tí hevði tað loyst okkara trupulleikar, um bátar undir 15 tons vóru undantiknir ætlaðu broytingunum í lógini.
Virgar Fagraklett heldur ikki, at landsstýrismaðurin í sínum uppskoti um brúksskyldu hevur tikið hædd fyri teimum smáu bátunum, men í fyrsta lagi hevur hugsað um teir størru bátarnar.
- Kortini hevur hann tikið útróðrarbátar undir 15 tons við í lógina, og persónliga skilji eg hetta soleiðis, at politiski myndugleikin bara vil hava útróðurin burtur. Allir fiski-og útróðrarmenn í Føroyum kenna seg lumpaðar og illa viðfarnar av politisku skipanini, og hetta virkar fyri mær, sum talan er um býarfólk móti bygdarfólki. Eftir hvat eg dugi at síggja, er ágangurin á veiðiliðið vorðin størri, síðan Føroyar gjørdust eitt valdømi, sigur hann.
Størri veiðitrýst
Virgar Fagraklett sigur, at um brúksskylda eisini verður áløgd hummarabátum, fer tað ivaleyst at økja um veiðitrýstið, men hann heldur ikki, at hetta eigur at verða nakar trupulleiki fyri stovnin.
- Vit hava eina heildarkvotu, og er skil í fiskifrøðini, skuldi stovnurin tolt, at kvotan verður fiskað.
Hann sigur, at nøkur ár aftur í tíðini fór hummaraveiðan fram um heystarnar, og tá varð vanligt, at kvotan var uppfiskað. Seinni varð veiðitíðin broytt, soleiðis at veiðan byrjaði um várið og vardi til út á heystið. Hummari skiftir skel um summarið, og tá krógvar hann seg niðri í holum. Tá varð kvotan ikki altíð uppfiskað. Nú er so loyvt at veiða alt árið. Besta veiðitíðin er vanliga í mars/ apríl, men tá hummarið hevur skift skelina, og summarið fer at halla, plagar veiðan at taka til aftur, sum tað líður út á heystið, sigur Virgar Fagraklett, sum vegna nevndina í Hummarafelagnum ynskir uppskotið hjá landsstýrismanninum um brúksskyldu fyri bátar undir 15 tons, har piparið grør.
Hummarafelagið útihýsir ikki møguleikanum, at endurgjaldskrav kann koma uppá tal, um landsstýrismaðurin velir at seta lógina um brúksskyldu í verk.
- Hesi viðurskifti fara vit so avgjørt at kanna, sigur Virgar Fagraklett.
Kæra um aling
Í nýggjari grein í blaðnum mikudagin, fer Sosialurin at endurgeva úr eini kæru, sum Hummarafelagið hevur sent Vinnumálaráðnum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um alingina, sum felagið metir ger seg alt meiri og meiri inn á teir, sum veiða hummara.
- Vit hava einki hoyrt um hesa klagu enn, tó at tað eru fleiri mánaðir síðan, vit sendu hana, sigur Virgar Fagraklett, formaður í Hummarafelagnum.