Í fjør vórðu góðar 10,3 milliardir goldnar í lønum Føroyum, og tað eru 2,1 prosent meiri enn í 2019. Sostatt er tað greitt, at vøksturin er ikki longur so stórur, sum hann hevur verið, tí hetta er minsti vøkstur síðani 2013, tá ið hann var 1,3 prosent.
Tað er Hagstovan, sum gjørt árið upp og tey siga, at tekin eru um, at korona hevur havt sína ávirkan á lønargjaldingarnar í fjør.
Men tølini vísa eisini, at menn fáa nógv hægri lønir enn kvinnur fáa. Í fjør fingu menn 62,5 prosent av øllum lønunum, ella 6,420 milliardir og kvinnurnar fingu ikki meiri enn gott helvtina av tí, ella 37,5 prosent, ella 3,852 milliardir. Hetta er næstan sama býtið sum í 2019, tí tá áttu menninir 62,8 av lønargjaldingunum og kvinnurnar áttu 37,2 prosent.
Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at 64 prosent av lønunum, ella slakar 3,5 milliardir, vórðu goldnar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 19,2 prosent, ella slakar tvær milliardir, vórðu goldin í fiskivinnuni, og aðrari tilfeingisvinnu, og 16,7 prosent, ella 1,7 milliardir, vórðu goldin í byggivinnuni.
Lønargjaldingarnar í bólkinum, sum eitur almennar tænastur, vaks 4,7 prosent frá 2019 til í fjør og tað er eitt sindur minni enn undanfarin ár, tá ið vøksturin hevur verið fimm prosent. Hinvegin standa gjaldingarnar í privatu tænastuvinnunum í stað, men undanfarin ár hevur vøksturin ligið um fimm prosent um árið. Men privata tænastuvinnan hevur verið hart rakt av koronu.
Í byggivinnuni hækkaðu lønargjaldingarnar 5,4 prosent í fjør og tað er ein stór minking, tí undanfarin ár hevur vøksturin. Verið 12 – 15 prosent um árið. Lønargjaldingarnar í fiskivinnu, og aðrari tilfeingisvinnu, minkaðu 1,8 prosent í fjør. Lønargjaldingarnar í hesari vinnuni sveiggja meira enn í øðrum vinnum, tí í 2019 var vøksturin 8,6 prosent, men í 2018 minkaðu lønargjaldingarnar 0,2 prosent.











