Melodi Grand Prix-kiksið hjá Nik & Jay

Áðrenn Nik & Jay bergtóku allar gentur við nógvu dansihittum teirra, royndi væl umtóka danska duo?in seg eitt heilt annað stað innan tónleikaheimin. Teir royndu seg nevniliga til donsku Melodi Grand Prix-sendingina saman við tveimum øðrum dreingum.

 

Tíverri komu dreingirnir tó ikki víðari til veruligu kappingina ? teir vóru nevniliga nr. 11 og í sendingini eru bert pláss fyri 10 løgum.

 

Sambært Chief 1, sum var partur av hesi verkætlan, eru øll spor eftir hesum tó burtur nú og um man tekur nuverandi succes teira við, hava dreingirnir nokk einki ímóti, at MGP-ævintýr teirra ongantíð varð kent í tí almenna?