Meldaður fyri harðskap í Nólsoy - og tað eru skerpandi umstøður

Tað var rokaligt tá ið Ternan skuldi fara til og fólk trokaðust fyri at sleppa við

 

 

Tvey stór tiltøk hava verið í gjár og tað hevur løgregluni eitt sindur av arbeiði. Regatta var í Hósvík, men tað heilt stóra tiltakið var ovastevnan í Nólsoy, har heilt fitt av fólki var komið saman. Løgreglan væl mannað í Nólsoy og í tí sambandi fingu trý fólk bót fyri at bróta skilhaldsreglunar, tí tey vóru so ólátað, at tey vóru til ampa fyri onnur. Eitt fólk er meldað fyri at hava stolið eitt sindur av drykkjuvørum av einum skeinkistaði í ovastevnuni.

 

Men meiri álvarsligr var tað, at ein maður verður skuldsettur fyri harðskap og fyri at hava hótt eitt fólk eftir lívinum. Løgreglan sigur, at harðskapurin varð framdur ímóti einum vaktarmanni og tískil er talan um skerpandi umstøður. Vaktarfólk eru í stórum vanda fyri at verða fyri harðskapi og tí hava tey eina serliga verju í lógini. Tað merkir, at revsingin fyri at gera seg inn á vaktarfólk, er harðari enn fyri harðskap annarrs.

 

Løgreglan sigur, at í hesum føri fekk ein vaktarmaður ein knýttan neva í andlitið, so hann fór á skaðastovuna til kanningar. Gerningsmaðurin er ikki handtikin enn, men tey vita, hvør tað er. Sami gerningsmaður er eisini meldaður fyri at hava hótt ein annan eftir lívinum og tann, sum var fyri hóttanini, var eisini eitt fólk, sum var til arbeiðis í sambandi við ovastevnuna.

 

Løgreglan sigur, at harðskapurin hendi, tá ið Ternan skuldi úr Nólsoy ein tann seinasta túrin um náttina. Tað var so nógv fólk, sum trokaðust niðri á ferjuleguni, at verri enn so øll sluppu við. Løgreglan sigur, at ta einum løtuna var støðan eitt sindur spent niðri á ferjuleguni, og tað var í hesum sambandi, at ein maður varð so óður, at hann slóð ein vaktarmann í andlitið.

 

 Men nú kannar tey málið fyri at lýsa út í æsir, hvat tað var, sum hendi.

 

Annars var eisini gott eftirlit við bátaferðsluni á ovastevnuni og regattasiglingin. Løgreglan sigur, at løgreglubáturin var mannaður og vaktarskipið, Brimil, var eisini til staðar, men tí partinum av tiltøkunum báðum var einki at finnast at, sigir løgreglan.