Meldaðu bilførara, sum koyrdi við kenning

Í einum øðrum føri fekk ein bilførari klipp í koyrikortið

Seinnapartin í gjár ringdu fólk til løgregluna tí tey høvdu illgruna um, at ein bilførari koyrdi við kenning mitt inni í Havnini. Tey høvdu illgruna til bilførarin, tí koyringarlagið var eitt sindur óstøðugt. Løgreglan sigur, at tey tóku tey, sum meldaðu, upp á orðið og fóru at kanna málið. Tey fingu eisini fatur á bilføraranum og fingu steðgað honum. Og tað vísti seg, at illgrunin kom ikki av ongum, tí bilførarin var ávirkaður og ti er blóðroynd nú tikin av honum.

 

Løgreglan sigur, at tað kemur javnan fyri, at fólk ringja til løgregluna at melda, at bilførarar koyra við kenning, so tað eru nógv, sum ikki góðtaka rúsdrekkakoyring - og tey gera eisini nakað við tað.

 

Seinnapartin í gjár fekk ein bilførari eisini klipp í koyrikortið tí hann rendi upp í reyvina á einum bili, sum var frammanfyri. Bilurin, sum koyrdi frammanfyri. Tók ferðina av, tí hann skuldi snarað til høgru inn á ein síðuveg. Men tað ansaði bilførarin aftan fyri, ikki eftir og rendi upp í reyvina á honum. Bilarnir fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.