Meldaði falska neyðtøku

Ung genta skal 20 dagar í fongsul fyri at falska fráboðan

Ein 18 ára gomul genta varð í Føroya Rætti í gjár dømd 20 daga fongsul fyri at hava ført falska ákæru um neyðtøku.

 

Gentan var í Danmark við mammu síni og var farin í býin. Har hevði hon hitt ein drong, og av tí at hon ikki visti hvar systurin búði, var hon farin heim við dreinginum.

 

Hóast tað ikki hevði verið ætlanin, endaðu tey bæði í seingini saman, men av tí at hann var blivin ljótur í munninum aftan á, hevði hon gjørt av at melda hann fyri neyuðtøku. Og ikki bara hann, men ein ímyndaðan annan mann.

 

Hetta skuldi verið farið fram 11. august 2012 um 06.00 tíðina.

 

Men longu 16. august hevði hon gjørt av at broyta frágreiðing.

 

Ákærin vísti á, hvussu álvarsligt hetta málið var, og vísti til tveir dómar, ið báðir góvu 20 dagar treytaleysa fongsulsrevsing.

 

Verjin mælti hinvegin til at hetta ikki skuldi kasta eina fongsulsrevsing av sær, men mælti til treytaða revsing.

 

Dómarin helt tó málið vera so mikið týðandi, at gentan varð dømd 20 dagar treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at gjalda sakarmálskostnaðin.