Hóast løgreglan mest verður boðsend í keðiligum ørindum, eru tað kortini summar hendingar, sum kann fáa smílið fram.
Nakað eftir midnátt varð ringt til løgregluna at boða frá, at tveir útlendingar bardust úti á vegnum. Hetta var ovarliga í Havnini, men tá ið løgreglan kom á staðið, var støðan ein heilt onnur.
Talan var um tveir fullar mans, sum vóru á veg í býin. Men teir bardust ikki, tvørtur ímóti, sigur løgreglan. Tað var sum á kalvabaki, og støðan var tann, at teir royndu at styðja hvønn annan, og at hjálpa hvørum øðrum at standa á beinunum í hálkuni.
Meiri varð ikki gjørt burtur úr, men tað er skjótt at taka feil av eini støðu, sigur løgreglan.
Annars frættu tey ikki nakað serligt um ferðsluóhapp í hálkuni, men ein bilur fór í veitina á vegnum niðan ímóti Norðskálatunlinum tí at bilførarin misti tamarhaldið á honum í hálkuni.