Sambært heimasíðuni taxanalyst.com hevur meksikanski staturin goldið filmsframleiðslufeløgunum MGM og Sony góðar 140 milliónir krónur fyri at hava ávirkan á handritið til næsta James Bond filmin.
Fyri hesar pengar vil Meksiko hava ávirkan á næsta James Bond filmin, sum skal geva fólki eina góða mynd av landinum og fólkinum.
Meksiko City skal vísast sum ein framkomin og positivur býur, Bond-skurkurin skal ikki vera meksikanari, og Bond-gentan skal verða lokal. Hetta seinasta er eftir øllum at døma lukkast, tí Stephanie Sigman spælir við í filminum.
Upprunaliga var ætlanin, at borgarstjórin í Meksiko City skuldi drepast í nýggja Bond-filminum, men meksikanararnir vilja hava tað broytt til, at tað er ein útlendskur sendimaður ístaðin.
Roknað verður við, at James Bond filmurin Spectre hevur frumsýning í oktober










