Meistararnir styrkja hópin

Manchester United hevur boðað frá, at teir hava gjørt avtalu við portugisisku Porto og Sporting Lissabon um at keypa ávikivast Anderson og Nani. Teir báðir spælararnir verða mettir sum komandi stjørnur í europiska fótbóltsheiminum, og tí var tað ein errin stjóri í felagnum, David Gill, sum kundi kunngera, at teir eru keyptir. Undan hesum hevur Manchester United vissað sær undirskriftina hjá Owen Heargraves, og samlaða upphæddin fyri teir tríggjar spælararnir sigst liggja um 450 mió kr.