Meistararnir kunnu gera eitt hál

Kappingarneytarnir hjá B36 spæla í Runavík, so meistararnir kunnu við sigri á TB gera eitt hál

B36 og TB eru tvey av liðunum, sum hava fingið eina góðkenda byrjan. B36 hevur lagt seg á annað pláss við 11 stigum eftir fimm umfør. Spælið er á góðari leið og nýggju spælararnir tykjast fella væl til. Hans Pauli Samuelsen leggur upp til mál eins og við EB/Streymi, meðan Ibrahima Camara ikki luttekur eins nógv í spælinum sum Adeshina Lawal gjørdi, men skorar higartil fleiri mál í miðal fyri hvønn dyst.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið um 6. umfar

 

TB liggur miðskeiðis á stigatalvuni við seks stigum eftir fimm umfør. Teir hava bara tapt tann eina dystin, meðan teir vunnu týdningarmiklu grannauppgerðina móti FC Suðuroy í Vági. Tí er trýstið á TB ikki so stórt undan dystinum móti B36.


Rás2 sigur frá dystinum millum B36-TB og NSÍ-HB

 

Liðini hittust farna mánadag í steypakappingin. Tá vann B36 2-1 við málum, sum Lukasz Cieslewicz skoraði. Hann sat uttanfyri við leikbann í tríggjar dytir, eftir at hann bleiv útvístur í fyrsta umfari. Til hendan dystin er Hanus Thorleifsson leikbannaður, meðan Jónas Tór Næs og Alex Mellemgaard framvegis eru skaddir.

 

Fyri TB er talan um ein ókeypis møguleika at leggja afturat góðu byrjanini. TB hevur longu fingið stig í Gundadali fyrr, so hví ikki eina ferð afturat?

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

Effo-deildin 6. umfar:

Leygardagin:

FC Suðuroy - AB 3-1

 

Í dag:

B36 – TB (15.00) Beinleiðis á Rás2

NSÍ - HB (15.00) Beinleiðis á Rás2

ÍF - KÍ (15.00)

EB/Streymur - Víkingur (16.00)