Meistararnir eru á veg í Gundadal

Bronsuvinnararnir í NSÍ hitta í Trongisvági toppliðið, og silvurvinnararnir eiga í Klaksvík heimavøll ímóti uppflytarunum í EB/Streymi

Seinnapartin eru fýra dystir í sætta umfari. Tann fimti var í gjár, tá ið B36 vann trivaligan og sannførandi 4-0 heimasigur á ÍF.

 

Skálamenn eru á veg til Sørvágs, har setningurin er at vinna stig og at skora fyrsta málið í hesum kappingarárinum. 07 Vestur hevur tvær tær seinastu ferðirnar verið á útivølli, har tað er eydnast at vinna fulla úrtøku og at halda tætt í verjupartinum.

 

Í Suðuroy er spenningurin øgiliga stórur. Toppliðið fær vitjan av NSÍ, sum fyri viku síðani vann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum – 1-0 á  heimavølli ímóti HB.

 

HB fær vitjan av meistarunum í Víkingi, sum framvegis ikki hava tapt. Fyri viku síðani endaði tað 2-2 á heimavølli ímóti KÍ.

 

Klaksvíkingar fáa vitjan av uppflytarunum í EB/Streymi, sum hava fleiri ferðir hava víst fínt fótbóltsspæl. Fyri viku síðani var tað stórt vónbrot, tá ið tað við Margáir endaði við 2-0 tapi ímóti 07 Vestur.

 

KÍ hevur higartil spælt tvær ferðir á heimavølli. Í báðum førum endaði tað javnt – 0-0 ímóti Skála og 2-2 ímóti NSÍ.

 

KÍ-EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

07 Vestur-Skála: Alex Troleis kl. 15.00

HB-Víkingur: Lars Müller kl. 15.00

TB/FCS/Royn-Víkingur: Petur Reinert kl. 14.30

 

Í gjár

B36-ÍF 4-0 (4-0)

1-0: Patrik Johannesen 10.

2-0: Benjamin Heinesen 30.

3-0: sjálvmál 37.

4-0: Benjamin Heinesen 45.

Dómari: Rúni Gaardbo

B36: Tórður Thomsen - Erlendur Magnussen, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam - Róaldur Jakobsen (Alex Mellemgaard, 46.), Eli Falkvard Nielsen (Jóhan Eiler Simonsen, 77.) - Benjamin Heinesen, Christian R. Mouritsen,  Jógvan Skeel Nolsøen (Gilli Samuelsen, 64.) - Patrik Johannesen,

Gult kort: eingin

Venjari: Jákup á Borg

ÍF: Henrik Jensen - Dánjal Pauli Højgaard (Fritleif í Lambanum, 62.), Jákup Andrias Gaardbo, Ndende, Alex José dos Santos - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen (Sámal Jákup Joensen, 62.) -Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen (Sámal Joensen, 84.), Ari Ó. Ellingsgaard - Jóhan Petersen

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos, Dánjal Pauli Højgaard, Ndende Adama Guéye, Jákup Andrias Gaardbo, Fritleif í Lambanum

Venjari: Jákup Mikkelsen

 

Støðan

Suðringar 12 stig

Víkingur 11 stig

B36 7 stig

KÍ 7 stig

HB 6 stig

NSÍ 6 stig

07 Vestur 6 stig

ÍF 5 stig

EB/Streymur 4 stig

Skála 3 stig