Meistararnir eru nærri metinum

Hjá NSÍ kostaði tað nógv, at liðið var undirmannað í 50 minuttir

Valerijs Sabala skoraði í dag fyri sjeyndu ferð í bestu landskappinini

Fyri triðju ferð í ár hevur KÍ í dag vunnið landskappingardyst ímóti NSÍ. Úrslitið var 3-0 eftir málleysan fyrra hálvleik.

 

At talan var um meistaraliðið ímóti liði, sum er hótt av niðurflyting, ber úrslitið boð um. Men í Runavík eiga teir at iðra seg um, at teir í 50 minuttir vóru undirmannaðir. Miðvallarin Mathias Nielsen sá seks minuttir undan steðginum gula kortið fyri aðru ferð, og so var mótbrekkan øgiliga brøtt.

 

Heini Vatnsdal stútaði til 1-0, tá ið ein tími var farin. Tað var eftir horna frá Árna Frederiksberg. Innskifti Valerijs Sabala økti um munin til 2-0, eftir uppspæl frá Jóannesi Bjartalíð, og Árni Frederiksberg steðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Tað var eftir afturlegging frá innskifta Claes Philip Kronberg.

 

KÍ skifti fýra spælarar út lítla løtu eftir, at Heini Vatnsdal hevði sett hol á. Tað mundi vera fyri at spara spælarar undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, sum verður mikukvøldið í Klaksvík ímóti 07 Vestur

 

3-0 sigurin ber við sær, at KÍ eftir 24 umfør hevur 68 stig. Tað eru fimm stig fram til stigametið. HB vann FM í 2018 við 73 stigum.

 

NSÍ er á áttanda plássi við 21 stigum.

 

 

 

NSÍ – KÍ 0-3 (0-0)

 

0-1: Heini Vatnsdal 60.

 

0-2: Valerijs Sabala 74.

 

0-3: Árni Frederiksberg 83.

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Miska Rautiola, Atli D. Petersen(Albert Róin Johannesen, 80.) – Betuel Hansen, Mathias Nielsen – Jørgen Nielsen, Mórits Heini Mortensen (Beinir Nolsøe, 80.), Lukas G. Giessing (Yehor Korytskyi, 80.) – Klæmint A. Olsen (Búi Egilsson, 69.)

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal (Jesper Brinck, 62.), Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic (Anders Sølvsten Holvad, 62.) – René Shaki Joensen, Jóannes Bjartalíð, Mads Bo Mikkelsen (Dávid B. Andreasen, 77.) – Silas Gaard (Claes Philip Kronberg, 62.), Páll A. Klettskarð (Valerijs Sabala, 62.), Árni Frederiksberg

 

 

 

Valerijs Sabala skoraði í dag fyri sjeyndu ferð í bestu landskappinini