Meistararnar reistu seg í stórum stíli

Fótbóltur: So bragdaði loksins hjá meistarunum úr B36, sum við stórspæli í Gundadali ólavsøkudag vundu burturúr NSÍ við 5-1-stórsigri

Tað var ein dystur um at hanga við í miðara feltinum og ikki at detta niður mótvegis botninum, tá ið B36 og NSÍ ólavsøkudag bardust um 6. plássið í Effodeildini. NSÍ, sum hóast at hava staðið seg væl og víst seg at verið í rúkandi menning, hevur styrkt seg við landsliðsleikarunum, Pól Jóhannus Justinussen og Viljormi Davidsen, men tóktist at vera lítið hjálpt av hesum, sum skuldi vera ein styrkur.
B36 helt framvegis fast við sína byrjunaruppstilling, burtursæð frá at Súni Olsen sat á beinkinum við smærri skaða. Dánjal Rói Olsen er nú aftur í dystarvenjing og spældi framúr, meðan meistaraspælið frá í fjør javnan var at hóma. Tað úrslitaði seg í einum uppibornum stórsigri, sum serliga varð staðfestur seint í seinna hálvleiki.

B36 stýrdi
Sum heimalið og verandi meistarar tók B36 á sínar herðar, at teir skuldu mynda henda dystin. Hetta sást frá dystarbyrjan av. Teir vunnu sær bóltin, spældu bóltin runt í verjuni og bygdu tolið eitt álop upp á beinini.
Hetta gav úrslit eftir bara fimm minuttir. B36 hevði otað seg fram til brotsteigarmarkið, haðani bólturin varð spældur til Símun Joensen í vinstru síðu. Hann sendi bóltin innfyri, har Dánjal Rói Olsen stakk høvdið fram og stútaði B36 á odda 1-0.
NSÍ formáddi sær ikki nógv í fyrra hálvleiki, og var tað B36, sum var greitt spælstýrandi. NSÍ fekk sjáldan vent spælinum longri frammi enn á miðjuni, eitt nú orsakað av einari ágangandi B36-verju og einum alt ov einsamøllum Klæminti Andrasson Olsen í NSÍ-álopinum. Eins og í fjør leyp B36 á við nógvum monnum, har serliga álopskendu bakkarnir, Høgni Eysturoy og Símun Joensen, gjørdu ein mun, tá ið B36 hevði bóltin. Hetta helt NSÍ frá at fáa møguleika til at skapa nakað, men B36 - sum slakaði á í eitt korter - skapti tó ikki meir enn hetta eina málið í fyrra hálvleiki og slapp tískil til hálvleiks á odda 1-0.

Lítil ivi
Seinni hálvleikur byrjaði eins væl hjá B36, sum hin fyrri. Spældir vóru bara tríggir minuttir, tá ið Bárður Olsen úr 20 metra fjarstøðu langaði bóltin í netið til 2-0.
Við einari 2-0-leiðslu um hendi dovnaði B36 nakað í royndini eftir at fáa mál, hóast teir ongantíð mistu tamarhaldið og stýringina í dystinum. NSÍ lá tó framvið og spældi sín møguleika, og tá ið góðir 20 minuttir vóru eftir at leika, bragdaði hjá runavíkingur. Teir høvdu otað fram í B36-feltið, har Jann Martin Mortensen sparkaði ein leysan bólt hegnisliga í nettakið til 2-1.
Minkingin hjá NSÍ setti B36 í eina vandastøðu, har teir aftur hesaferð vóru í vanda fyri at tveita eina leiðslu burt. Tað minti eisini um nervar, tá ið Meinhard Joensen fekk gult kort fyri drál, men bara fimm minuttir eftir málið svaraði B36 aftur. B36 fekk nógv pláss í vinstru síðu, Jákup á Borg rak mótvegis baklinjuni og sendi bóltin innfyri til ein sera væl upplagdan, hartarbeiðandi og æviga væl staddan Dánjal Róa Olsen, sum stýrdi bóltinum í netið til 3-1.
Hetta trekti av álvara tenninar úr NSÍ, sum at enda mátti taka við eini eyðmýking. Tveir minuttir fyri leiklok var NSÍ-leikarin, Pól Jóhannus Justinussen, óheppin og beindi bóltin í egið net eftir hornaspark, meðan innskifti debutanturin, Gunnar Zachariasen, staðfesti ein 5-1-stórsigur til B36 í sjálvari yvirtíðini. Aftur hesaferð átti Jákup á Borg næstseinasta fótin á bóltinum.

albinus@sosialurin.fo