Meirvirðisgjald

Seinastu tíðina hevur verið tosað og skrivað almikið um meirvirðisgjald. Menn hava hildið, at gjøgnum fleiri ár hava keyparar av bilum goldið ov nógv meirvirðisgjald vegna tess, at meirvirðisgjald hevur verðið lagt afturat prísinum fyri skráseting av bilunum

Hetta mál tykist vera heilt løgið og sera óhugnaligt. Um peningur er innkravdur ólógliga frá bilkeyparunum, er tað heilt greitt, at menn eiga at fáa ov nógv goldna peningin afturgoldnan við rentu og tað ongatíð ov skjótt.

Men tað var ikki serstakliga um hetta óloysta málið vegna meirvirðisgjald fyri skráseting av bilum, ið eg ætlaði at skriva um í hesi grein. Heldur er tað um løgtingslóg nr. 58 frá 7. juni 2007 og sum kom í gildi 1. juli 2007, eg ætlaði at gera nakrar viðmerkingar til.

Meirvirðisgjald hevur ikki verið roknað av arbeiðsløn, tá bygging ella umvæling fór fram viðvíkjandi egnum sethúsum.

Men eftir omanfyrinevndu lóg, sum kom í gildi frá 1. juli 2007, skulu menn gjalda 25% meirvirðisgjald fyri arbeiðsløn viðv. allari umvæling av egnum húsum.

Tó kunnu menn senda umsókn um stuðul fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn til egnan bústað.

Men treytir eru settar fyri at umsóknin kann verða góðtikin.

Viðlagt umsóknini skulu sendast:

Avrit av øllum fakturaum fyri tilfar (skulu vera goldnir).

Avrit av rokningum fyri arbeiðsløn (skulu vera goldnar).

Avrit av skeyti fyri sethúsini.

Matr. nr. av ognini.

Tá sethús eru 30-40 ára gomul, treingja tey ofta til stórar umvælingar, serstakliga uttan, millum annað:

útskiftan av taki

nýggjan klædning uttan og

útskiftan av vindeygum.

Verða hesar tríggjar høvuðsumvælingar framdar í einum, kann kostnaðurin við meirvirðisgjaldi vera fleiri hundrað túsund krónur.

Viðvíkjandi útskiftan av taki skuldi verið toluliga greitt, hvat er tilfar og hvat er arbeiðsløn. Tilfarið er á fakturunum frá timburhandli, meðan arbeiðslønin er samb. rokning frá arbeiðstakara.

Viðvíkjandi útskiftan av klædningi er eins greitt og útskiftan av taki, hvat er tilfar og hvat er arbeiðsløn.

Men viðvíkjandi útskiftan av vindeygum og hurðum er øðrvísi.

Um vindeyguni eru innflutt úr øðrum landi, verður einki meirvirðisgjald endurgoldið, tí arbeiðið er gjørt í útlandinum.

Um vindeyguni og hurðarnar hinvegin eru gjørdar í Føroyum, verður meirvirðisgjaldið av arbeiðsløn endurgoldið eftir umsókn.

Tá er alneyðugt, at fakturair upplýsa, hvussu nógv er tilfar og hvussu nógv er arbeiðsløn.

Sjálvur ætlaði eg at skifta takið út av húsum mínum, men kendi eg einki til løgtingsins broyting, so at meirvirðisgjald eisini skuldi roknast fyri arbeiðsløn viðv. umvæling av sethúsum.

Ikki fyrr enn eg fór at lesa Dimmalætting nr. 116 av 20. juni 2007, har grein var undir yvirskriftini »Nýggjar reglur fyri umvæling av egnum bústað« fekk eg kunnleika um nevndu broyting viðv. meirvirðisgjaldi.

Nú er so tak mítt útskift í øllum góðum, og havi eg fingið stuðulin fyri meirvirðisgjald av lønunum útgoldið frá TAKS og fari eg at takka starvsfólkunum á TAKS fyri skjóta avgreiðslu.

Eisini skal eg útskifta nøkur vindeygu av húsum mínum og hugsaði eg als ikki um, at endurgjald fyri meirvirðisgjald av arbeiðslønum uppá vindeygu eisini kundu fáast, um vindeyguni vórðu gjørd í Føroyum.

Orsøkin til at henda grein verður skrivað, er tann, at eg havi varhugan av at mong, ið skifta út tak, klædning, vindeygu og annað av sethúsum sínum í hesum døgum, ikki eru greið yvir tær nýggju reglur, sum eru settar í gildi 1. juli 2007. Skuldi onkur ivast um nevndu broytingar, vil eg fegin hjálpa, um tey venda sær til mín.