FORELDRAMYNDUGLEIKI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Sum nú er, ber bert til at hava felags foreldramyndugleika í Danmark, um bæði foreldrini ynskja hetta. Ein politiskur meiriluti sigur seg eisini vera fyri at gera skipanir, har børnini vera meira hjá báðum sínum foreldrum. Tað skrivaði Politiken um vikuskiftið.
Talan er um Sosialdemokratarnar, Danska Fólkaflokkin, SF og Radikala flokkin, sum siga seg ynskja at broyta lógina, so myndugleikarnir fáa fleiri amboð at noyða foreldur at samstarva - ella at fyribyrgja stríð, sum royndir úr Svøríki eisini vísa, at slíkar skipanir kunnu brúkast til. Flokkarnir ynskja harafturat at geva myndugleikunum betri møguleikar at veita ráðgeving og mekling.
Lone Dybkjær úr Radikala flokkinum skjýtur upp, at orðið foreldramyndugleiki verður broytt til foreldraábyrgd.
2. floks foreldur
Serfrøðingar í familjurætti eru sambært Politiken samdir í, at bæði foreldur eiga at hava ábyrgd fyri børnum teirra, og at fleiri foreldur uttan at vilja tað kenna seg sum eitt slag av annanfloks-foreldrum, tá tey verða dømd frá foreldramyndugleikanum, hóast tey verða mett sum egnað foreldur.
Harafturat verður fýlst á, at foreldur uttan foreldramyndugleika ikki fáa t. d. innlit í heilsustøðuna hjá børnunum ella atgongd til upplýsingar frá skúla ella dagsstovni.
- Hetta er ein absurd støða, tí eitt barn hoyrir jú ikki til bara annað av foreldrunum, vísir Britt Elling frá advokatfelagnum Lund Elmer Sandager á.
Politiken varpar ljós á málið
Oddagreinin í Politiken í gjár tekur undir við fólkatingsmeirilutanum, og metir, at nógv rættarmál helst høvdu verið avlýst, um mamman visti, at felags foreldramyndugleiki varð úrslitið, eins og tað ofta er í Svøríki.
- Sum í einum surrealistskum tíðarlumma hevur Danmark enn í 2006 eina lóggávu, ið merkir, at mamman sum oftast fær fullan foreldramyndugleika yvir barninum, um ósemja er. Hóast pápin er púra normalur, vísir umsorgan og er eins vælvirkandi og mamman, viðførir galdandi lógarpraksis, at kvinnan kann nokta pápanum felags foreldramyndugleika, skrivar leiðarin í Politiken.
Uppskotið hjá fólkatingsmeirilutanum er víðgongdari enn uppskotini hjá ein nevnd, ið sett varð av Lars Barfoed, familjumálaráðharra, og sum herfyri vórðu løgd fram í einum rúgvusmiklum áliti. Men ráðharrin er kortini jaligur mótvegis meirilutanum, hóast hann hevur síni fyrivarni.
- Tað vanliga átti at verið, at foreldrini býttu foreldramyndugleikan millum sín. Men tað eru støður, har einaforeldramyndugleiki enn vil verða betri, av tí at tað annars vil koma at merkja óendaligt, slítandi stríð, sum barnið stendur mitt í, sigur Lars Barfoed.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur áður boðað frá, at hann ætlar at leggja ríkislógartilmæli um verandi donsku lóg um foreldramyndugleika fyri Løgtingið, so núverandi danska lóg kann setast í gildi í Føroyum.