Meiriluti fyri skotskari loysing

Fyri fyrstu ferð vísir ein veljarakanning meiriluta fyri skotskari loysing.

Fyri fyrst ferð, síðani regluligar veljarakanningar byrjaðu upp undir valið í Skotlandi 18. septembur, vísir ein veljarakanning ein meiriluta fyri skotskari loysing.

 

Tað er kanningarstovan Yougov, ið hevur gjørt hesa kanningina fyri blaðið The Sunday Times. 

 

Úrslitið av kanningini vísir at 51% av skotum eru fyri loysing og 49% ímóti. Um tey, ið ikki vita, ella ikki vilja svara, verða íroknaði, er støðan 47% fyri loysing og 45 % ímóti.

 

Rákið gongur týðiliga móti loysing. Í seinastu kanningini frá Yougov, kunngjørd í síðstu viku, vóru 47% fyri loysing og 53% ímóti, og fyri einum mánaði síðani (7. august), søgdu einans 39% seg vera fyri loysing og 61% ímóti.

 

Við tað, at óvissan í tílíkum kanningum er um 3%, merkir dagsins kanning, at tað er púra javnt, nú tvær smáar vikur eru eftir til valdagin.