Meiriluti fyri samanlegging


 

Útvarp Føroya gjørdi í gjár eina veljarakanning millum fólk á Skála og Runavík. Spurningurin var, hvørt fólk tóku undir við, at báðar kommunurnar á Skálafjørðinum leggja saman. Stórur meiriluti var fyri at fremja samanleggingina.

212 fólk ringdu inn til kanningina, og tey flestu stuðlaðu samanleggingini. 121 fólk ringdu úr Runavík og 91 av Skála. Av runavíkingum søgdu 86,8% ja og 13% søgdu nei. Á Skála søgdu 92% ja og 7,7 % nei. Útvarpið leggur dent á, at hetta er ein lurtarakanning, og tí skal hon takast við stórum fyrivarni.

Borgarstjórarnir fegnast um úrslitið av kanningini, og teir halda, at hon gevur eina greiða ábending um meiningina hjá fólki í teirra kommununum.

Fólkaatkvøða verður mánadagin á Skála og týsdagin í Runavík. Bygdaráðið á Skála krevur, at 2/3 av teimum, sum greiða atkvøðu, skulu vera fyri, men í Runavík krevst bara ein meiriluti.

Sáttmálin verður undirskrivaður mikudagin 10. oktober, um fólkið samtykkir ætlanirnar.