Tað er nú meiriluti í Vinnunevndini hjá Løgtinginum fyri at geva loyvi til at bryggja brennivín og øl yvir 5,8% í Føroyum. Tað er greitt, nú Vinnunevndinin hevur viðgjørt uppskotið hjá Bjørt Samuelsen. Magna Laksáfoss og Kára á Rógvi, um at bryggja sterkt í Føroyum.
Meirilutin í nevndini, sum eru Katrin Dahl Jakobsen, Bjørt Samuelsen og Bjørn Kalsø) vísir á, at í Føroyum er loyvt at innflyta nógv sløg av rúsdrekka, sterkari enn 5,8%, men okkara bryggjarí hava ikki loyvi at bryggja hetta.
- Sostatt bannar lógin føroyskum fyritøkum at gera eina lógliga vøru til ein lógligan marknað.
Samstundis ger lógin, at føroysk bryggjarí eru útihýst frá at kappast um ein part av útlendska marknaðinum, bæði fyri sterkari øl og brennivín.
Meirilutin heldur tað tí vera rætt at eisini sterkari øl, og tað, sum annars í dag kann seljast í Føroyum, eisini kann framleiðast her.
Meirilutin leggur dent á, at tað sterka ølið yvir 5,8% skal bara seljast í Rúsuni, akkurát sum brennivín.
Tá ið tað verður loyvt at bryggja sterkt øl í Føroyum yvir 5,8%, verður sjálvandi eisini loyvt at innflyta tað.
Fyri at geva føroysku bryggjarríunum eitt andarhald til at vørumenna seg og at brynja seg til herda kapping heldur meirilutin at vit skulu hava ein skiftistíð, so at tað ikki verður loyvt at bryggja og innflyta sterkt øl yvir 5,8% fyrrenn 1. apríl næsta ár.
Annars skal tað verða loyvt at bryggja brennivín í Føroyum 1, oktober.
Minnilutin í nevndini, Kári P. Højgaard, tekur ikki undir við uppskotinum, tí hann stúrir fyri, at nýtslan fer at veksa og hann vísir á, at læknavísindini hava staðfest, at rúsdrekka elvir til krabbamein.
Tríggir aðrir limir í vinnunevndini, Bjarni Djurholm, Jacob Vestergaard og Mikkjal Sørensen taka støðu í tingsalinum.
Tað er í morgin, hósdagin, at Løgtingið skal atkvøða um málið.










