Meiri enn 1.000 skuldsett í London

Undir ófriðinum í London í síðstu viku handtók løgreglan 1.733 fólk, og ákæruvaldið sigur nú, at 1.005 teirra eru skuldsett. Men fleiri kunnu væntað at verða skuldsett, tí løgreglan er ikki liðug at kanna allar tær nógvu upptøkurnar frá vakmyndatólum.

Løgreglan hevur longu almannakunngjørt nógvar myndir frá valmyndatólum, og tað hevur havt við sær, at løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um, hvørji fólkini á myndunum eru. Eitt nú almannakunngjørdi løgreglan upptøkur úr vakmyndatólum, sum vístu fólk ræna handlar í London, Manchester, Birmingham og øðrum býum.

Tim Godwin á Metropolitan Police sigur við fjølmiðlarnar, at umleið 500 løgreglumenn arbeiða við at loysa øll málini í sambandi við ófriðin, og at løgreglan leggur seg serliga eftir at tryggja sær so nógv próvtilfar sum gjørligt.