Meira útbúgvingartilboð her og nú í Føroyum

Tað var eitt rættuliga jaligt valstríð, sum var fyri valið í fjør. Allir flokkar tosaðu jaliga um fleiri útbúgvingarmøguleikar og nýggjar skúlar, hettar fyri at halda uppá tað unga fólki, sum býr í Føroyum

Føroyar skuldi verða eitt vitunarsamfelag.

Tað er staðfest, at ein stórur partur av tí unga fólkinum, sum fer uttalanda at lesa, ikki kemur aftur til Føroyar eftir lestrarenda og serliga eru tað, tær ungu kvinnurnar, sum ikki koma aftur.

Hettar førir við sær at Føroyar missur ein stóran part av sínum dýrgripum, sum tað unga fólki er.

Núverandi fíggjarlóg leggur ikki upp til, at fleiri útbúgvingar skulla verða í Føroyum, ella at verandi útbúgvingarmøguleikar skulu betrast.

Heldur tvørturímóti.

Vit hoyra bert um skerjingar á útbúgvingarøkinum, bæði á hægri lestrarstovnum og eisini í fólkaskúlanum.

Tað vil siga, at ein onki gerð, fyri at halda uppá tað unga fólki, sum ætla at fáa sær eina hægri útbúgving. Tey verða tvingaði, at fáa sær eina útbúgving uttanlanda.

Vit skula ikki langt vekk fyri at sýggja hvat fyri fylgir ein sovorin politikur kann føra til fyri Føroyar.

Okkara nærmastu grannar fyri eystan, Hetland, har er fólkatalið minka í stórum, og tað eru tey ungu, sum eru flutt burtur og ikki koma aftur. Fólkatalið er minka við meira enn einum 1/3 eftir nøkrum fáa árum.

So vælsignaðu valdsharrar, satsi heldur uppá útbúgving, legg líka í um undirskot er á fíggjarlógini nú og kanska nøkur ár fram.

Sýggji hettar heldur sum eina sunna íløgu, í okkara dýrabærasta tilfongið, ungdómin, fyri at tryggja vøkstur í Føroyum í framtíðini, heldur enn sum eina útreiðslu sum veksur um undirskotið á fíggjarlógini.

Tað er ongin framtíð fyri Føroyar, uttan ein vælskúlaðan ungdóm.