Meira styrkisroynd enn avgerandi dystur

Fyrsti dysturin millum fremstu FM-avbjóðararnar í ár verður í Havn sunnudagin. Neistin skal nú royna seg móti føroyameistarunum úr Vestmanna

 

Neistavenjarin og VÍF-profilur leggja ikki stóran týdning í oddadystin teirra millum sunnudagin. Talan er um eina styrkisroynd tíðliga á árinum og ikki ein avgerandi dyst.

? Eg rokni við, at liðini fara at lúra hvønn annan av í hesum dystinum, sigur Dia Midjord, venjari hjá Neistanum

Hesum tekur Ingi Olsen hjá VÍF undir við.

? Vit fara at hyggja eftir, hvussu Neistaliðið er sett saman, og hvar møguliga veik øki eru, sigur hann.

Bæði hjá VÍF og Neistanum eru allir mans tøkir, og tí kann dysturin fara at geva eina ábending um, hvussu liðini eru fyri samanborið við hvørt annað.


Kenna væl hvønn annan

Neistavenjarin roknar við einum spennandi og tøttum dysti, men hann heldur, at VÍF kanska hevur onkran fyrimun áðrenn dystin.

? Vit mugu venja nógv fyri at fáa okkara spæla at hanga saman, meðan VÍF?arnir helst ikki hava somu venjingina fyri neyðini, tí teir kenna so væl hvønn annan, heldur Dia Midjord.

? Men vit hava vant hart, og vit stíla eftir einum plássi millum trý tey fremstu liðini. Ætlar tú tær at verða nummar eitt ella tvey, so skalt tú hava nógv stig, og tí er eisini nakað at spæla um sunnudagin.


Gera mistøk

Ingi Olsen heldur, at tað er trupult at meta um styrkina á liðunum í hondbóltskappingini longu nú.

? Tað tykist, sum einki lið rættiliga hevur fingið gongd í sítt spæl, og øll liðini gera nógvar feilir í løtuni, sigur hann.

? Neistin hevur sera gott fólk, og har eru eisini nógvir spælarar, sum hava spælt saman í fleiri ár.

Ingi heldur, at fólk eru skjót at gera VÍF til favorittar.

? Bara vit klára okkum nøkunlunda, so gera øll okkum til føroyameistarar beinanvegin. Men vit hava kanska sjálvir ábyrgdina av tí, tí vit hava ikki tapt nógv seinnu árini, og so vænta fólk sjálvsagt nógv av okkum, sigur hann.

Ingi væntar sær truplan dyst sunnudagin, tí Neistin hevur staðið seg væl higartil, og tað gevur sjálvsálit at vinna javnar dystir. Neistin hevur vunnið tríggjar dystir við einum máli í ár, og tað gevur spælarunum trúgv upp á, at teir kunnu vinna tættar dystir.


Hinir dystirnir

Tveir aðrir mansdystir verða um vikuskiftið. Sunnudagin fær Kyndil vitjan av StÍF, og her er talan um dyst millum lið, sum ikki hava blandað seg upp í oddin higartil. StÍF vann í vikuni næsta dyst sín, og teir kunnu taka eitt fet fram móti oddanum afturat, um teir vinna á Kyndli.

Í Runavík verður dystur millum tvey botnlið. Tjaldur skal í dystinum ímóti H71 royna at fáa síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum.