Torbjørn Jacobsen er ikki nøgdur við sendiflatuna hjá Sjónvarpi Føroya, og tað skal broytast, soleiðis at Sjónvarp Føroya kann gerast ein verulig mótvekt til tað nógva útlendska tilfarið, sum aðrar sjónvarpsrásir hava at bjóða.
Landsstýrismaðurin við mentamálum ásannar, at tað er ógvuliga torført at fáa eina dygdargóða føroyska sjónvarpsrás at hvíla í sær sjálvum fíggjarliga, og tí verður í løtuni umhugsað at tryggja eitt betri fíggjarligt støði undir stovninum.
? Tað er væl hugsandi at vit fara at taka stig til at tryggja ein nóg stóran føroyskan part av senditíðini við einum almennum ískoyti, sigur Torbjørn Jacobsen, sum tó leggur dent á, at enn hevur hesin spurningurin als ikki verið viðgjørdur, men bert verið havdur í huganum.
Talan verður í slíkum føri ikki um eina játtan á fíggjarlógini, men um ískoyti til ávísar partar av sjónvarpsarbeiðinum.
Alt ov lítið føroyskt
Sum er fær Sjónvarp Føroya onga beinleiðis játtan á fíggjarlógini. Ístaðin hevur stovnurin heimild til at krevja inn hyggjaragjald frá øllum, ið eiga sjónvarp, og harumframt sleppur Sjónvarp Føroya at fáa pening inn við lýsingum og eydnuspæli.
Men tað er dýrt at framleiða sjónvarpssendingar, og stovnurin hevur ofta ført fram, at hann hevur ov lítið av pengum at arbeiða fyri.
Sjónvarpshyggjarar hava eisini lagt til merkis, at umframt Dag Viku eru ikki nógvar føroyskar sendingar á skíggjanum. Og síðan stovnurin kom í fíggjarliga kreppu í fjør, er føroyska tilfarið vorðið enn sjáldsamari.
Hetta hevur Torbjørn Jacobsen eisini bitið merki í, og hevur avgjørt at royna at broyta støðuna.
? Mín persónliga hugsan er hon, at tann føroyski parturin av sendingunum hjá Sjónvarpi Føroya er alt ov lítil, og tað ætli eg mær at gera nakað við. Hvat er annars idein við at hava eina føroyska sjónvarpsrás, tá sendingarnar ikki eru føroyskar, spyr Torbjørn Jacobsen, sum í løtuni ikki hevur nakrar ætlanir um eisini at stuðla Útvarpi Føroya á sama hátt.










