Í miðal var innistandandi í Landsbanka Føroya í august mánaði 1.667 milliónir krónur. Í hesum árinum hevur gjaldførið verið niðri á 1.258 milliónum og vent, men seinastu tríggjar mánaðirnar er gjaldførið batnað munandi.
Orsøkin er fyrst og fremst, at landsstýrið í juni mánaði tók eitt lán á 430 milliónir krónur. Hetta lán var tikið tá fyri at tryggja sær góða rentu, og lánið skal brúkast til at rinda lán, sum fellur til gjaldingar tann 24. november. Tá fellur gjaldførið hjá landskassanum við 350 milliónum krónum.
Kravið til gjaldførið hjá landskassanum er, at 15 prosent av BTÚ skulu standa inni í Landsbankanum, og tað svarar í løtuni til 1.500 milliónir. Tá ið gjaldførið fer niður um hetta, kann landskassin útgeva lán fyri at bøta uppfylla kravið um minstainnlán í Landsbankanum. Í løtuni er kredittvirði hjá Føroyum gott, og tí er eingin trupulleiki at fáa lán til gjaldførið hjá landskassanum.
Gjaldførið hjá landskassanum í august var tað frægasta síðani mai mánað í fjør.