Meira Mumi á føroyskum

Triðja bókin í røðini av tekstbókum um lívið í Mumidali kemur nú út, saman við eini myndaorðabók úr Mumidali.

Fyrr í ár komu tvær bøkur við kendu mumitrøllunum frá Tove Jansson út á føroyskum.

Myndaorðabók úr Mumidali er ein ensk- føroysk orðabók. Hon er býtt upp í seks partar, tað byrjar á morgni og endar á nátt. Aftast er ein partur um ymiskt, sum kann vera hent at vita og síðan er orðalisti bæði á føroyskum og enskum.

Karl N. Hansen hevur eisini týtt triðja part í røðini av tekstbókum eftir Tove Jansson. Tað er bókin Endurminningar hjá Mumipápa, sum kom út á svenskum fyrstu ferð í 1968.