Meira frost í Kollafirði

Frystigoymslan, sum Faroe Pelagic byggir millum gomlu frystigoymsluna hjá Samskip og hølini, Faroe Pelagic frammanundan hevur í Kollafirði, er nú reist.

Nýggja frystigoymslan kann frysta 10.000 tons, men fer at verða brúkt saman við verandi goymslu hjá Samskip, so frystiførleikin verður tilsamans 16.000 tons, tá nýggja frystigoymslan er komin í gongd.

Faroe Pelagic kann arbeiða 1.000 tons um samdøgrið, og virkið í Kollafirði tók ímóti 35.000 av teimum 107.000 tonsunum av makreli, sum føroysk skip fiskaðu í fjør.

Myndina hevur Birgir Waag Høgnesen tikið.