Fótbóltur
Sjálvur plagar hann at brúka fótbóltsterminologi’ina, tá støður í FSF skulu lýsast. Aðrastaðni á aðalfundinum varð hildið, at talan var um umdyst og brotssparkskapping, tá atkvøðurnar til forsetavalið vórðu taldar upp, men somikið spennandi helt Høgni í Stórustovu ikki, at tað hevði verið.
- Tað kendist alla tíðina, sum var mítt arbeiði upp til valið sera møðsamt. Og tá alt kom til alt, so hevði eg heldur ikki tað, sum skuldi til. Og tað haldi eg eisini, at úrslitið vísir.
- Millum annað komu eisini ting fram í gjárkvøldið um valrættin, og tað gjørdi so eisini, at eg kendi meg noyddan at taka eitt heldur óvanligt stig, segði Høgni í Stórustovu.
Var júst tann hendingin ikki enn ein ábending um, at talan var ikki um nakran dyst, men at talan heldur var um match-fixing, áðrenn dysturin nakran tíð varð spældur?
- Tað veit eg ikki. Dysturin varð so spældur í dag, og tað er tað, sum eg havi at siga um tann partin.
Meira fótbólt í FSF
Nú Høgni fór frá, hevur hann sitið fýra ár í nevndini – harav tvey sum formaður. Og hóast hann uttan iva vildi, at skeiðið var longri enn sum so, so staðfesti hann, at kenslan er góð, nú hann leggur frá sær.
- Eg fór upp í hetta av fríum vilja, tí eg helt meg hava nakað at gera. Og tá eg stillaði upp móti Óla, vóru fortreytirnar tær somu. At um eg ikki vann, so var eg úti. Og tað er sum so eisini í lagi.
Tað tykist, sum hava tú og Christian øgiliga stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Ger tað tapið lættari at bera, at tað var júst hann?
- Christian er jú at kalla húsfólk í Fótbóltssambandinum. Sjálvandi skal nakað av tilvenjing til, nú hann skal i ein politiskan leiklut, men tað skal nokk fara at ganga, sigur Høgni, sum samstundis leggur dent á, at er tørvur á hansara vitan, so stendur hann altíð til reiðar at hjálpa til.
Og hevur tú nøkur góð ráð um, hvønn veg FSF skal ganga, nú tú ikki heldur stýrisvølinum?
- Fyrst og fremst má hetta stríðið, sum hevur verið, leggjast aftur um bak, tí tað flytur fokus. Tað er umráðandi, at vit tora at halda fast um tey málini, sum verða sett, og at tað so verður arbeitt við, hvussu hesi mál verða rokkin.
- Og so hevur tað eisini týdning, at vit fáa tey fólkini inn, sum hava aðrar førleikar enn bara tað fyrisitingarliga. Eg hugsi til dømis um ein mann sum Magna Mohr, sum hevur eina enorma vitan, sum heilt víst átti at komið føroyskum fótbólti til góðar.
Altso meira fótbóltur og minni umsiting?
- Heilt víst. Hyggur tú at øðrum sambondum, so býr fyrisitingin í einum lítlum horni, meðan tann tekniski og ítróttarligi parturin er tann, sum fyllir mest. Og tað mugu vit koma til, sigur Høgni í Stórustovu at enda.









