Tað loysir seg ikki at skera smáu hýsuna til flak í Føroyum. Úrtøkan úr maskinskeringini verður ov lítil, og bretar fáa meira burtur úr at skera hana við hond. Tí verður hon seld heil av landinum, siga fólk í flakavinnuni.
Føroyingar hava ein trupulleika í løtuni, halda fólk í flakavinnuni. Hann er, at vit duga ikki nóg væl at skera flak við hond. Alt er skorið við maksinum í so nógv ár, at vit hava mestsum gloymt handverkið.
Hetta bøta vit nú fyri við hýsuprísinum, sum er í botni. Tað loysir seg ikki at skera smáu hýsuna, sum vit fáa væl av undir Føroyum, til flak við maskinum. Úrtøkan verður ov lítil til, at nakað av týdningi liggur eftir.
Bretar hinvegin, sum keypa hýsuna frá okkum, fáa hana heila og skera so við hond. Tað duga teir og hava nógv meira eftir, enn maskinurnar klára.
Tað letur seg gera, siga keldur í vinnuni, tí teir hava lægri tímaløn enn vit. Hinvegin fá teir so nógv bonus, at inntøkan kortini er rættiliga góð hjá teimum.
Munur er eisini í fleiri førum á virkjunum, sum arbeiða hýsuna í Føroyum og í Bretlandi.
Í Føroyum hava vit framkomin flakavirki. Í Bretlandi hinvegin er talan í fleiri førum um smáar kjallarafyritøkur, har nøkur fá fólk standa og skera fløk til Fish & Chips handlar í grannalagnum. Tað kann heldur ikki samanberast, siga keldur okkara í flakavinnuni.
Nógv hevur seinnu tíðina veri tosað um heila fiskin, sum fluttur verður av landinum. Hildið verður, at hann eigur at verða arbeiddur her, so virðisøkingin veðru liggjandi eftir hjá okkum.
Tað vísir seg í fleiri førum at vera flakavirkini, sum annar skuldu arbeitt hendan fiskin her heima, sum selja hann heilan uttanlands. Serliga er tað smáa hýsan, sum fer soleiðis. Fólk í flakavinnuni, sum Sosialurin hevur toað við, siga, a tað kemst alt av vánaligu úrtøkuni, sum fæst úr smáari maskinskornari hýsu.
At virkini so yvirhøvur keypa hana, kemst av, siga tey, at tey keypa alla veiðuna, sum hon er, frá útróðrarbátunum fyri at fáa tann stóra fiskin. Tað smáa fylgir so við. Tað skilja virkini so og selja heilt í Bretlandi, verður sagt.