Talið á lesandi, sum gevast á hægri lærustovnum í Danmark, er vaksið munandi seinastu trý árini.
Tað vísir ein kanning hjá Danmarks Evalueringsinstitut (EVA).
Í 2014 góvust 29 prosent av teimum, sum vórðu innskrivað á hægri lærustovnum, og í 2017 var talið vaksið upp í 35 prosent.
Á Danmarks Tekniske Universitet (DTU), har nógvir føroyingar hava tikið og taka útbúgving, góvust 37 prosent av teimum lesandi í 2017. Tað er hægsta tal nakrantíð.
Danski útbúgvingarpolitikkurin er broyttur seinastu árini, og millum annað er útbúgvingartíðin á teimum longu útbúgvingunum stytt við seks mánaðum.
Tommy Ahlers, sum er útbúgvingarráðharri í donsku stjórnini, sigur við blaðið Information, at politisk átøk kunnu hava havt ávirkan á fráfallið.