##med2##
Fyrradagin fleyg Meinhard E. Olsen til Svøríkis, har hann skrvaði undir sáttmála við GAIS, sum spælir í næstbestu deildini. Ígjár kom hann á vøllin seinastu ellivu minuttirnar av vanligari spælitíð, tá GAIS á heimavølli spældi málleysan javnleik móti grannunum úr Örgryte IS.
GAIS fekk ein spælara útvístan stutt undan at ein tími var farin av dystinum. Hetta gjørdi sjálvandi umstøðurnar hjá GAIS nógv verri. Gestirnir, sum spælara á sama leikvølli, eru eisini væl betri fyri á stigatalvuni, men ellivu minuttir fyri tíð koma Meinhard E. Olsen á vøllin, og var við til at tryggja ein málleysan javnleik.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna sum var við Meinhard E. Olsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.
Meinhard E. Olsen greiðir frá, at tað var sera avgerandi fyri hann, at hann fekk lovað spælitíð, og vissu fyri, at hann er partur av framtíðarætlaninum hjá GAIS.
Meinhard greiddi eisini frá hvussu tað var at fáa sínar fyrstu minuttir á Gamla Ullevi leikvøllinum ígjár.