Fiskavirking
? Vit lata okkum ikki kroysta av nøkrum sum helst.
Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking tekur ávaringina frá Henriki Old, løgtingsmanni, púra róligt.
Í Dimmalætting í gjár, krevur Henrik Old at fáa greið boð frá Fiskavirking um, nær virkið í Vági letur upp, og hvørjar ætlanirnar eru við virkinum.
Hann sigur enntá, at hann er til reiðar at fara til landsstýrismannin fyri at fáa hann at leggja trýst á Fiskavirking fyri at fáa greið boð um virkið í Vági.
Men hetta tekur stjórin í Fiskavirking púra róligt.
?Hetta er so greitt: Vit lata okkum ikki kroysta til nakað sum helst. Vit koma við eini fráboðan um virkið í Vági, tá ið vit eru til reiðar til tess og hvørki fyrr ella seinni enn tað, sigur Meinhard Jacobsen.
Hann heldur, at vilja politikarar hava ávirkan nakrastaðni, skuldu teir heldir roynt at ávirka tey viðurskifti, sum meiri ella minni eru undir eini almennari skipan.
? Eitt nú kundu teir roynt at ávirka SEV fyri at fingið orkuprísin niður.
? Men, hvat Henrik Old, ella aðrir politikarar, leggja upp til viðvíkjandi Fiskavirking, er ikki okkara trupulleiki.
Royna víðari
Annars sigur Meinhard Jacobsen viðvíkjandi virkinum í Vági, at samráðingar hava verið um at leiga virkið til Faroe Farming til at arbeiða laks í.
?Tær samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, tí Faroe Farming er komið til ta niðurstøðu, at teir vilja heldur arbeiða laksin aðra staðni. Sostatt hava hava vit tikið til eftirtektar, at í hesum sambandi koma vit ikki á mál.
?Men vit hava samtundis sagt, at vit fara at lata virkið í Vági uppaftur og tað lyftið ætla vit at halda.
? Og tá ið ein møguleiki fór fyri bakka, fara vit at leita eftir tí næsta. Og tá ið støðan er greið, skulu vit nokk siga frá.
? Men nær tað verður, og hvat tað verður, koma vit við eini fráboðan um, tá ið vit eru til reiðar til tað.
Tekur onki frá føroyingum
Stjórin í Fiskavirking tekur tað sær heldur ikki nær, at Ingeborg Vinther í Sosialinum í farnu viku átalaði Fiskavirking fyri at gera virki í Hetlandi ístaðin fyri at skapa arbeiði í Føroyum. Hon meinti, at Fiskavirking hevur eina serliga skyldu at skapa arbeiði í Føroyum og tí heldur hon lítið um, at ætlanin nú er at gera eitt virki í Hetlandi.
? Vit hava gjørt av at kanna ein møguleika í Hetlandi. Vísir tað seg at vera grundarlag fyri einum lønandi virksemi har, gera vit tað.
? Tað tekur ikki eitt tað einasta arbeiðspláss frá føroyingum. Tvørturímóti kann tað vera við til at styrkja grundarlagið undir fyritøkuni, sigur Meinhard Jacobsen.
Annars heldur hann, at tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at vit eru komin í trupulleikar. Vit hava fleiri ferðir ávarað um, at fór gongdin við alsamt hækkandi kostnaðarstøði, at halda fram, so fór at ganga galið.
? Og tað hevur tað gjørt!
? Vit hava vitað leingi, at marknaðurin fór neyvan at klára at fylgja við tí vøkstrinum, sum er í kostnaðarstøðinum í Føroyum. Prísirnir á heimsmarknaðinum fylgja ikki við hækkingini í kostnaðarstøðinum í Føroyum.
?Tá ið so fiskurin harafturat er smáfallandi, rakar tað eyka hart, tí tá er kappingarførið uppaftur verri. Og tí fer so nógvur fiskur av landinum, sigur Meinhard Jacobsen.
? Hetta er tann heilt einfalda støðan í einum nøtuhylki, leggur stjórin í Fiskavirking afturat.
Venda kikaran skeivan veg
Annars vísir Meinhard Jacobsen á, at Fiskavirking er tann parturin av fiskivinnuni, har virksemið er størst.
? Vit royna at hava nógv virksemi, sum yvirhøvur gjørligt. Og ístaðin fyri at hugsa so nógv um okkum, sum royna at hava so nógv virksemi, sum gjørligt, áttu bæði Henrik Old og Ingeborg Vinther heldur at hugsa meiri um øll tey virkini, sum liggja still og at kalla ikki virka ein tann einasta stert.
? Og tey áttu eisini at hugsa meiri um allan tann fiskin, sum fer óvirkaður av landinum, sigur Meinhard Jacobsen. heldur enn at brúka allar kreftirnar uppá okkum, sum royna at hava so nógv virksemi sum gjørligt.