Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
Meinhard E. Olsen byrjaði inni, men mátti út við skaða aftaná 11 minuttirs spæl, tá Mjøndalen leikti javnleik 2-2 móti KFUM Oslo á heimavølli.
Mjøndalen fekk eina marru byrjan. Oslo legði seg framum longu í fyrsta minutti. Adrian Hansen javnaði til 1-1 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki.
Oslo legði seg aftur á odda tá 70 minuttir vóru farnir, men 10 minuttir seinni javnað Kristian Lien til 2-2, so Mjøndalen ikki stóð við ongum í dag.
Mjøndalen er aftast í deildini við fimm stigum, men fara vit tvey umfør aftur høvdu teir bert eitt stig. Mjøndalen hevur bert eitt stig upp til sjeynda plássið, har Start Kristiansand hevur seks stig.
Noah Mneney og Rógvi Baldvinsson vóru við frá byrjan hjá Bryne, ið tapti 1-3 fyri Kristiansund á útivølli.
Kristiansund legði seg á odda tá eitt korter var farið. Tá ein hálvur tími var farin javnaði Christian Landu-Landu til 1-1.
Seinasta korterið skoraði Kristiansund tey mál og tryggjaði sær sigurin.
Bryne er nummar 10 í deildini við seks stigum.
Í morgin klokkan 14 tekur føroyingaliðið, Fredrikstad móti Skeid Oslo á heimavølli. Fredrikstad eru ósigraðir aftaná fimm dystir og hava níggju stig. Fredrikstad kann við sigri leggja seg á annað plássið í deildini.