Tænastumannafelagið hevur havt aðalfund og formaðurin heldur fram.
Formansval var í ár, men eingin stillaði upp móti verandi formanni, so Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður í 2 ár afturat.
Næstformaðurin og skrivarin Turid Arge stóð eisini fyri vali, og var hon afturvald.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við:
Meinhard Gaardlykke, Formaður
Turid Arge, næstformaður og skrivari
Andrea Nielsen, kassameistara
Snæbjørn Simonsen, Nevndarlimur
Eykalimir eru:
Sámal J. Í Skorini
Fróði M. Davidsen
Roknskapargrannskoðari er:
Eyðun Joensen