Megnar SÍ at steðga ÍF?

Ósigraðu fuglfirðingarnir fara sunnudagin til Sørvágs at leika ímóti SÍ, sum hevur vunnið vunnið sínar síðstu tveir dystir. Leygardagin fær Fram vitjan av Mjølni, meðan Nøvan tekur ímóti Fleyr á Eiði.

FLOGBÓLTUR

Hvør kann steðga ÍF? Hesum tankanum munnu nógvir flogbóltsáhugaðir føroyingar spæla sær við í løtuni. Sjálvt um kappingin bert er fýra dystir gomul, so hevur ÍF víst sera gott spæl, og brennandi spurningurin er, hvat av liðunum megnar at steðga ÍF.
Sunnudagin fáa sørvingar henda møguleikan. Teir hava spælt væl í seinastuni, og eftir eina heldur laka byrjan, so hava teir vunnið tveir teir síðstu dystirnar. So tað vera tvey lið í toppformi, sum møtast í Sørvági sunnudagin. Men sjálvt um sørvingar hava spælt væl síðstu dystirnar, so skal meir enn hetta til fyri at basa ÍF.
Tveir aðrir dystir eru eisini á skránni í meistaradeildini hjá monnum. Hesir vera báðir leygardagin. Í Hoyvíkshøllini tekur Fram ímóti Mjølnir. Fram er einasta liðið higartil, sum hevur megnað at hingið hampiliga væl í ÍF, men síðsta vikuskiftið máttu teir ásanna, at ÍF er sterkasta liðið í løtuni. Tá vann ÍF nevniliga trygt á Kambsdali móti Fram. Nú fær Fram ein møguleika at reisa seg, tá Mjølnir kemur á vitjan. Mjølnir hevur verið í so svingandi í ár, men teir hava eitt gott lið, sum millum annað vann á ÍF í FK-kappingini. Spennandi verður at síggja, um Mjølnir klárar at basa Fram í Hoyvík leygardagin, ella um Fram skal vera einasti kappingarneyti hjá ÍF í oddinum.
Síðsti dysturin hetta vikuskiftið verður á Eiði leygardagin, har Nøvan tekur ímóti Fleyr. Nøvan hevur ikki víst nakað serliga gott spæl síðsta árið, so her skulu vit heilt víst vænta ein sigur til Fleyr.