Hon er fyrrverandi stjóri á eBay, milliarderur og vil gjarna hava starvið hjá Arnold Schwarzenegger.
Meg Whitman hevur brúkt umleið 215 milliónir krónur til sítt valstríð um guvernørstarvið í størsta amerikanska serstatinum, Kalifornia. Verður hon tað, verður hon fyrsta kvinnan í starvninum nakrantíð.
Arnold Schwarzenegger situr nú tað næsta valskeiðið sum guvernørur, og eftir amerikonsku lógunum, fær hann ikki stillað upp aftur. Whitman skal fyrst tryggja sær, at hon sleppur at stilla upp fyri Republikanarnar, men mótparturin í flokkinum, Steve Poizner, sær ikki út til at vinna á Meg.
Fyri Demokratarnar er fyrrverandi guvernørurin, Jerry Brown, uppstillaður. Kanningar vísa, at tað verður ein tættur dystur við einum lítlum fyrimuni hjá Whitman um guvernørstarvið í Kalifornia.
Whitman hevur fingið heiðurin sum besta vinnulívkvinnan í Amerika. Tá hon í 1998 gjørdist stjóri á eBay vóru 30 starvsfólk, og fyritøkan hevði ein umsetning á 20 milliónum krónum um árið. Tá hon fór úr starvinum fyri tveimum árum síðani, vóru 1500 starvsfólk og umsetningurin lá á 40 milliardum krónum, skrivar Ekstrabladet.