46-ára gamla sjónleikarinnan Meg Ryan er vís í, at Hollywood-karriera hennara skjótt líður ímóti endanum, tí tað eru avmarkaðir møguleikar í Hollywood fyri kvinnur yvir 40 ár.
Í 2001 trekti Ryan seg aftur frá sjónleikaralívinum í samband við hjúnaðarskildnaðin frá Dennis Quaid og hon noyðist nú at ásanna, at hon ongantíð fer at fáa sama støðið aftur.
- Eg haldi, at Hollywood ikki hevur eins stóran áhuga fyri mær og áður og eg havi ei heldur serliga stóran áhuga fyri Hollywood longur. Eg eri ikki áhugað í at spæla hesar arketypurnar longur og eg eri ikki kedd um, at eg ikki fáa tílík tilboð longur.