Tríggir dystir eru seinnapartin leiktir í Burn mansdeildini.
Í høllini í Kollafirði skoraði Bárður Dam (myndin) sigursmálið til endaligu støðuna 29-28 til KÍF móti StÍF, tá bert trý sekund vóru eftir av dystinum. Í steðginum var KÍF á odda 13-12. Tað leikaði javnt á allan seinna hálvleik, og tað vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni.
Hans Eli Sigurbjørnsson var við sjey málum toppskjútti hjá KÍF. Við níggju málum var Pætur Ó. Barclay toppskjútti hjá StÍF.
Í høllini á Hálsi í Havn vunnu verandi meistararnir, Kyndil 32-28 í grannauppgerðini móti Neistanum. Í steðginum var tað tó Neistin, ið var á odda 16-15. Tá eitt korter var eftir av dystinum var Neistin á odda 24-23, men seinasta korterið var Kyndil omaná.
William Skovsager var við átta málum toppskjútti hjá Kyndli. Við níggju málum var Lýðar í Dímun toppskjútti hjá Neistanum.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 32-21 á Team Klaksvík. Í steðginum var H71 á odda 16-8.
Høgni Heinason var við seks málum toppskjútti hjá H71. Við níggju málum var Jónas Sólsker toppskjútti hjá Team Klaksvík.
Kyndil, H71 og VÍF eru fremst í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. StÍF, KÍF og Neistin hava fýra stig hvør, so tað er sera javnt og spennandi millum seks tey fremstu liðini. Team Klaksvík er aftast í deildini við ongum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn mansdeildini:
##med2##
##med3##
##med4##