Medvedev: Latið Pussy Riot leysar

Russiski forsætisráðharrin, Dmitry Medvedev, sigur nú, at tað var eitt mistak at seta tvær av kvinnunum í tí umstrídda kvinnubólkinum Pussy Riot í fongsul. Upprunaliga vórðu tríggjar settar í fongsul, men ein varð latin leys í síðsta mánað. Nú sigur forsætisráðharrin, at hinar báðar eiga eisini at sleppa leysar.

Í august vórðu tær tríggjar tónleikakvinnurnar dømdar tvey ára fongsul, tí tær høvdu skipað fyri einum tiltaki inni í einari kirkju í Moskva, har tær mótmæltu Vladimir Putin, forseta.

Dmitry Medvedev sigur við tíðindastovuna RIA Novosti, at fongsulsrevsingin var eitt mistak, og at hann hevði ikki sett kvinnurnar fastar, hevði hann verið dómari.