Næst ovasti leiðarin í russiska trygdarráðnum, Dmitrij Medvedev, hóttir nú við, at Russland - um neyðugt - kann seta í gildi deyðarevsing fyri tað, hann rópar sabotørar.
Tað skrivar hann á Telegram, og tað er eitt nú Reuters, sum endurgevur hansara útsøgn.
- Tað snýr seg um, hvørji stig vit skulu taka fyri at verja okkara fólk, okkara ríkið og samfelagsins áhugamál, skrivar maðurin, sum eisini er fyrrverandi forsætisráðharri í Russlandi.
Í sínari útsøgn á Telegram vísir hann á eitt sabotasjuátak, sum hann rópar tað, har hann vil vera við, at ein bólkur setti fleiri jarnbreytarfasilitetir úr drift.
Dmitrij Medvedev vísir eisini á fleiri álop, sum hava verið ímóti russiskum skrivstovum, sum hava teknað fólk til hertænastu, eftir at Vladimir Putin, gav boð um, at veksa um talið av herfólki í Ukraina.
- Oyðilagdir heilar eru tíverri vanligir nú, skrivar fyrrverandi forsetin á Telegram.