Meðan vit bíða eftir Tóroddi

Hálvtannað ár og 21 tímar av filmsupptøkum tók tað Katrini Ottarsdóttir, leikstjóra, at fáa tað, hon vildi hava. Eitt petti av sannleikanum um stygga listamannin Tórodd Poulsen


- At vera saman við Tóroddi merkir, at tíðin gingur við tí ferð, sum Tóroddur heldur, at hon skal ganga við. Ikki skjótt, ikki seint, men Tóroddurskt.

Soleiðis segði leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir, fyrr í ár, tá hon stóð beint í upptøkunum til filmin "Ein regla um dagin má vera nokk" um listamannin Tórodd Poulsen.

Longu tá visti hon, at eitt upptøkutól á ongan hátt var hennara ókeypis atgongumerki inn til sannleikan um listamannin, hon hesuferð hevði vent linsuna móti.

So hon brynjaði seg við toli. Lat tóroddusku tíðina ganga og lat sær lynda, at listamaðurin ongantíð var oyðslutur vit pettunum av sær sjálvum

- Tóroddur veit, nær hann hevur givið tær eina hóskandi dosis. Ofta fært tú onki. Og so allíkavæl ...! Lurtar tú væl, er tað altíð hatta Tóroddurska, og tað eru hesar gloypibitar, sum eg fegin vil geva øðrum lut í, segði Katrin Ottarsdóttir og setti seg við klippiborðið. 



Sannleikin?

Síðani tá, hevur Katrin Ottarsdóttir klipt 20 av teimum 21 upptøkutímunum við Tóroddi burtur. Eftir liggur ein lítil filmstími við heitinum "Ein regla um dagin má vera nokk", sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld.

Sjálv gleðir leikstjórin seg til at borðreiða við gloypibitunum av Tóroddi, men sannleikan um listamannin, mugu vit nokk framvegis bíða eftir.

- Sanna søgan um Tórodd er kanska, at hann netupp er so gátuførur. Eg fór ikki eftir nøkrum endaligum sannleika í eini roynd at avmystifisera Tórodd og gera hann púra ófarligan. Hann sleppur at vera sum hann er í filminum, og so mugu vit taka tað, vit fáa.

At vit í grundini fáa rættiliga nógv hongur neyvt saman við, at Katrin Ottarsdóttir hevur fylgt Tóroddi einsamøll við sínum upptøkutóli og tikið sær ta tíð, tað tók.

- Eg dugi ikki at ímynda mær, at man kundi sagt hesa søguna við einum stórum og dýrum upptøkuliði. Tá høvdu upptøkurnar skula verið so effektivar, at Tóroddur ivaleyst bara hevði stillað seg upp og roynt at liva upp til allar fordómarnar um hann, fyri at fáa tað yvirstaðið, grunar leikstjórin. 



Spælið við fordómarnar

Katrin Ottarsdóttir dylir ikki yvir, at júst mongu fordómarnir um Toródd sum eitt grenjut tvørball, sum illa tímir at tosa, áttu sín lut í, at hon fór í holt við filmin. Tí uttan mun til, um vit vilja viðganga tað ella ikki, eru fordómar við til at skapa okkara myndir av ikki minst listafólkum - og leikstjórin var vorðin forvitin..

- Tí mátti eg eisini nullstilla meg sjálva fullkomiliga, so eg ikki sat við eini lidnari mynd av Tóroddi, áðrenn eg yvirhøvur fór í gongd. Men jú, - í mongum førum livir Tóroddur upp til fordómarnar, men í filminum fáa vit eina meir nuanseraða mynd av, hví hann er soleiðis. Tað er rætt, at hann brokkar seg um alt møguligt, men grenjið er sannliga eisini ein týðandi drívmegi hjá honum sum listamanni. Hinvegin er tað grenjuta bara ein lítil partur av honum, tí hann er so nógv annað eisini, sigur Katrin Ottarsdóttir, sum eisini fekk váttað ein annan fordóm um listamannin.

- Tóroddur er ikki serliga prátingarsamur - so tað prátar hann rættiliga nógv um, sigur leikstjórin heldur loyndarfull og viðgongur, at hon eisini brúkar spælið við fordómar sum eitt slag av frásøgusnildi í filminum.

Sum kunnugt er Tóroddur ein framúr góður undirhaldari og performari, og í filminum verða vit onkuntíð í iva um, um hann nú spælir seg sjálvan ella um hann bara er so.

- Filmurin spælir eitt sindur við handan dupultleikan, men eg trúgvi allíkavæl, at áskoðarin dugir at skyna á, hvat er hvat. Tað er neyvan nakar í iva um at brotini, har Tóroddur er saman við soninum Lukas, eru so ekta, sum tað yvirhevur ber til. Tær løturnar gloymdi hann fullkomiliga, at eg var har, og tað sæst eisini í filminum, sigur Katrin Ottarsdóttir 



Ræðist ikki tøgnina

Hóast Tóroddur ofta skjýtur við skørpum í filminum, eru tað heldur løturnar við djúpari tøgn, sum virka mest provokerandi. Tí leikstjórin ræðist ikki tøgnina. Heldur letur hon hana hanga í luftini, til áskoðarin mest sum verður tvingaður til at hugsa sjálvur og um, hvat hann er vitni til og partur av.

- Tigandi løturnar eru brúktar rættiliga tilvitað - bæði tí tær altíð vóru partur av samveruni við Tórodd, men eisini tí tær siga nakað serstakt. Vit skulu bara læra okkum at lurta eftir tøgnini, so hoyra vit tað, sigur Katrin Ottarsdóttir.

Hon leggur afturat, at í so máta er "Ein regla um dagin .." heilt øðrvísi enn filmurin um myndahøggaran Hans Paula Olsen, sum jú fegin greiddi frá sínum lívi og síni list. Kortini heldur hon, at filmurin um Tórodd kann røkka eini líka stórari áskoðarafjøld.

- Tað verður nokk ein øðrvísi fjøld, tí hetta er ein so øðrvísi filmum. Tað er ringt at siga ... eg veit bara, at um eg byrji at royna at gera øllum til vildar, kann eg líka so gott pakka saman, sigur Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri.