McGuinness sigur parlamentssessin frá sær

Martin McGuinness, sum er varafyrstiráðharri í Norðurírlandi, kunngjørdi í dag, at hann sigur sessin í bretska parlamentinum frá sær. McGuinness varð fyrstu ferð valdur í parlamentið í London fyri 15 árum síðani, men hann hevur ongantíð havt sæti í tinginum, tí tað er í stríð við hugsjónina hjá flokki hansara, Sinn Fein.

Martin McGuinness, sum var ein av oddamonnunum í IRA, heldur fram sum norðurírskur varafyrstiráðharri. Hann varðveitir eisini sætið í norðurírska tinginum.

Sinn Fein viðurkennir ikki, at Bretlandi hevur ræðisrætt yvir Norðurírlandi, og tí hava teir limir í flokkinum, sum eru valdir í parlamentið í London, ikki verið á einum einasta tingfundi har.