McCartney: Ein rørandi filmur um The Beatles

Paul McCartney og George Harrison byrjaðu teirra lívsleið sum vinmenn í Liverpool í Bretlandi, áðrenn teir báðir gjørdist partur av heimsins fyrsta og størsta dreingjabólki, The Beatles.

 

Í 2001 doyði George Harrison av krabbameini, einans 58 ára gamal. Men nú verður hann vaktur til lívs aftur av filmsframleiðaranum Martin Scorsese og hansara filmi, sum eitur

“Living in The Material World: George Harrison”.

 

-Eg varð ógvuliga imponeraður av filminum, og filmurin minti meg á nakað, sum eg visti frammanundan – nevniliga hvussu kulur George var, sigur Paul McCartney til Sunday Telegraph.

 

Hann staðfestir samstundis, at tað var ein ógvuliga kensluborin løta.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at McCartney hevur sæð ein film um ein deyðan lim í The Beatles.

 

Síðsta ár sá hann filmin “LennoNYC”, sum var um lív og deyða hjá John Lennon.

 

Men Paul McCartney heldur ikki tíðin er komin til, at heimurin skal síggja ein film um hann.

 

Hann heldur, at hann skal doyggja áðrenn ein slíkur filmur kemur á marknaðin.

 

Kelda. Eb.dk