McCain stríðist ímóti tíðini

Valstríðið í USA er komið í hæddina, og teir báðir kandidatarnir brynja seg nú til teir seinastu og avgerandi leikirnar undan valinum tann 4. november. Barack Obama hevur seinastu vikurnar ligið langt frammanfyri í veljarakanningum, og fleiri hildu av valið var avgjørt frammanundan. Men McCain hevur áður víst, at hann ikki gevur skarvin yvir uttan svørðslag, og álopini ímóti Barack Obama gerast alsamt hvassari og skitnari

Stefan í Skorini

----------

 

Um smáar tvær vikur skal tann amerikanski veljarin kjósa sær ein nýggjan forseta at stjórna heimsins máttmiklasta landi úr Hvítu Húsunum.

Og tendensurin undan valinum er púra greiður. Tann ungi og óroyndi Barack Obama stendur í løtuni til at vinna ein greiðan sigur á tí royndu rottuni John McCain. Tað hevur næstan ligið í luftini, at spurningurin bert er, hvussu stórur munurin fer at vera. Men seinastu dagarnar er munurin millum báðar kandidatarnar tódnaður, og McCain sær sær ein lítlan møguleika fyri at venda skútuni.

 

Stórur munur

Eingin ivi er tó um, at McCain fær ein sera tungan róður komandi dagarnar. Hóast veljarakanningarnar eru sera ymiskar, hevur Obama eina greiða leiðslu um alt landið. Undirtøkan fyri Barack Obama sum forseta liggur í teimum flestu kanningunum um hálvthundrað prosent, meðan John McCain bert fær undirtøku frá eini 43-44 prosentum í teimum bestu kanningunum.

Eitt er, hvussu stóra undirtøku kandidatarnir fáa í miðal um alt landið, men tann stóri spurningurin er hinvegin, hvussu nógvar valmenn teir kunnu fáa í teimum einstøku statunum. Eisini her er Barack Obama greitt frammanfyri.

Demokratiski kandidaturin fær í løtuni eini 250 valmenn, ið kunnu metast at vera tryggir, meðan republikanski mótstøðumaðurin bert hevur eini 150 tryggar valmenn. Vinnarin skal hava minst 270 valmenn, og tí skal Barack Obama bert vinna í einum ella tveimum sokallaðu stríðsstatunum, har munurin millum kandidatarnir er lítil ella eingin.

Myndin í veljarakanningunum er tí greið: Barack Obama verður næsti forseti amerikumanna.

 

Obama trýstir McCain á heimavølli

Dysturin millum Obama og McCain er alt annað enn javnur. Demokratiska valevnið hevur nevnliga meira enn tvífalt so nógvan pening sum republikanarin. Onkur metir enntá, at Obama hevur tríggjar ella fýra ferðir so nógvan pening í kassanum. Tí hevur Barack Obama ein ovurstóran fyrimun, og hetta hevur hann megnað at gagnnýtt til fulnar.

Bara í september savnaði Barack Obama 150 milliónir dollarar, og einki valevnið hevur nakrantíð fingið so nógvan pening inn uppá bert ein mánað. Barack Obama lovaði annars, at hann bert ætlaði at føra valstríð fyri almennar pengar, men tá hann varnaðist, at innsavningin gekk nógv betri enn væntað, valdi hann at bróta hetta lyftið.

Hetta merkir, at Barack Obama hevur ráð til at føra eitt meira breitt valstríð í øllum teimum statum, har hann hevur ein møguleika at vinna. Og demokratarnir hava eisini fingið óvæntaða undirtøku í statum, sum vanliga altíð seta krossin við ein republikanara. Tí er McCain noyddur at verja borg í statum, sum undir vanligum umstøðum vóru tryggir republikanskir statir.

Tað vil við øðrum orðum siga, at McCain hevur verið í verjustøðu seinastu vikurnar, har hann hevur roynt at hildið fast við nakrar av sínum kjarnuveljarum í traditionelt konservativum statum, sum ongantíð áður hava verið serliga áhugaverdir í einum forsetavali.

 

McCain bítir frá sær

Men seinastu dagarnar hava fleiri veljarakanningar víst, at munurin millum teir báðar kandidatarnar er tódnaður eitt vet. Summar kanningar geva enntá McCain sigurin í týðadni svingstatum sum Florida og Ohio. Hetta hevur givið McCain blóð á tonna.

Fíggjarkreppan í USA hevur rikið ein stóran part av veljarunum yvir í rættina hjá demokratunum, og McCain hevur ikki megnað at sannført veljararnar um, at hann megnar at loysa kreppuna. Harumframt er fráfarandi forsetin, George Bush, floksfelagi hjá McCain, og nógvir veljarar hava ilt við at síggja munin millum teir báðar. McCain hevur tí gjørt alt fyri at leggja sjógv ímillum seg og Bush.

Í eini seinastu roynd at venda gongdini, hevur McCain tí hvest retorikkin seinastu vikurnar.

Hann hevur roynt at mála eina mynd av Obama sum ein vinstravendur socialistur, ið vil fordeila ríkidømið í landinum eftir socialdemokratiskum leisti. Hetta fer sambært McCain at skaða amerikanska búskapin í eini tíð, tá tað frammanundan rekur hart á kíkin.

Fleiri eygleiðarar meta, at Barack Obama gjørdi eitt stórt mistak, tá hann í samrøðu við ein veljara í Ohio segði, at hann hevur ætlanir um at “spread the wealth around”. Fleiri halda, at hetta er ein ov vinstravendur boðskapur í USA, og at júst hendan útsøgnin hevur givið McCain ein møguleika at leypa á Obama við nýggjari styrki.

Harumframt hava bæði McCain og varaforsetavalevni, Sarah Palin, ferð eftir ferð víst á sambandið millum Barack Obama og William Ayers.

Ayers var í seksti- og sjeytiárunum partur av yvirgangsfelagsskapinum The Weathermen, sum sprongdi bumbur í fleiri stjórnarbygningum. Ayers er í dag universitetsprofessari, og teir báðir hava síðani sitið saman í einari skúlanevnd í Chicago, og Obama hevur enntá viðmælt einari bók hjá Ayers í 1997.

Boðskapurin frá republikanarunum er: Veljið ikki ein mann, sum hevur samband við terroristar. Sambandið millum Ayers og Obama er tó ikki serliga tætt og hevur harumframt verið kent í langa tíð. Spurningurin er tí, um hetta fer at hava nakra ávirkan yvirhøvur.

Valstríðið hjá McCain hevur verið munandi meira negativt enn tað hjá Obama. Hetta endurspeglar møguliga tann veruleika, at McCain hevur ryggin ímóti múrinum.

Hóast royndirnar hjá McCain at venda rákinum, kann tað gerast torført. At venda gongdini í einum valstríðið er sum at venda einum risastórum tangaskipi. Tað kann ikki gerast í eini handavending.

 

Obama við stýrisvølin

Alt hevur higartil gingið eftir vild hjá Obama, og fíggjarkreppan kom næstan sum ein gáva av himli. McCain hevur ongantíð staðið seg væl á tí búskaparliga økinum, og tað hevur Obama gjørt sær dælt av. Barack Obama hevur áhuga í at tosa so nógv um fíggjarkreppuna sum gjørligt, tí at McCain enn ikki hevur megnað at koma við einum sannførandi útspæli.

Barack Obama kann gerast tann fyrsti svarti forsetin í søguni hjá USA. Hetta hevði verið ómøguligt at hugsa sær bara fyri 20-30 árum síðani. Nógv verður tosað um tað sonevndu Bradley-effektina, sum hevur við sær, at fólk siga í veljarakanningum, at tey fara at atkvøða fyri einum svørtum kandidati, men tá tað kemur til stykkis verður krossum settur við eitt valevni við hvítum húðaliti. Tó er sera óvist, um Bradley-effektin yvirhøvur fer at vera serliga eyðsýnd hesuferð, ella í hvønn mun tann racistiski faktorurin fer at koma til sjóndar.

Alt talar í løtuni fyri, at demokratarnir fara at yvirtaka Hvítu Húsini tann 20. januar næsta ár. Barack Obama liggur greitt á odda í veljarakanningunum, og demokratiski pengakassin stendur at bresta. Spurningurin er tó, um krígsveteranurin McCain enn einaferð kann vinna seg burturúr tí kyksendi, sum hann er endaður í.