MC-tiltøk um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið verða tvey ymisk MC-tiltøk, sum felagið Cross-Bikers MC Føroyar skipar fyri. Tað fyrra tiltakið verður í morgin, leygardagin tann 18. apríl, tá byrjað verður kl. 11.30 á Velbastaðhálsi, har RC-felagið er vertur og vísir fram flogfør og skip. Eisini verður grill-party.

Eftir hetta verður felagskoyring heim í býin til Ebenezer, har MC-Gudstænasta verður hildin kl. 15.00.

Ebenezerkórið og Petur Háberg Jacobsen syngja. Gudstænastan er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.

Sunnudagin verður skipað fyri felagskoyring frá Statoil-støðini í Gundadali kl. 14.00. Farið verður eftir Oyggjarvegunum til Kollafirðar og so aftur til Havnar, har vitjað verður umborð á Logos Hope kl. 16.00 har rundvísing verður. Felagskaffihugni verður í caféini umborð áðrenn tiltakið endar.