MC hár til Hvalbiar við positivum boðskapi

Ein hin best umtókti bólkurin í landinum, MC hár, fer í kvøld at hava sína seinastu framførslu í Suðuroy í ár

Tónlkeikur

Í kvøld fáa suðuroyingar seinasta høvi í ár at hoyra ein av landsins best umtóktu bólkum.
Tað hendir, tá ið MC-Hár fer at spæla í Roynhøllini í Hvalba kvøld.
Í gjárkvøldið skuldi teir spæla í Klaksvík og í kvøld eru so túrurin komin til hin endan í landinum, Suðuroynna og hetta verður seinastu ferð, teir spæla í Suðuroy í ár.
Tríggiar av limunum í bólkinum eru í Danmark, so teir spæla ikki so øgiliga nógv, men Niels Uni Dam sigur, at teir hava loksins nú fingið ein rættiliga góðan samanhang í bólkin.
? Í fleiri ár hava vit havt skiftandi manning, men seinastu tíðina hava vit havt fasta manning og tað ger samanhangin í bólkinum betri.
Niels Uni Dam, ein av oddamonnunum í MC-Hár, sigur, at teir hava vant rættiliga nógv í summar og hesar seinastu dagarnar hava teir pussa teir seinastu kantarnar á framførsluni, sum teir í løtuni ferðast kring landið við.
At teir nú eisini hava fingið fasta manning, hevur eisini eggjað teimum til at taka tónasmíðið upp aftur av álvara og Niels Uni Dam sigur, at arbeiða í løtuni við at gera nýggj løg.
Í Hvalba fara teir at spæla nógv av løgun um, teir hava gjørt sjálvir, eisini onkur av teimum nýggju løgunum. Men teir spæla eisini løg, sum onnur hava skrivað.
Niels Uni Dam avdúkar eisini, at MC Hár hevur eisini broytt stíl eitt sindur.
? Fyrr vóru vit rættiliga provokerandi. Men nú er boðskapurin meiri positivur, har vit royna at eggja til kærleika og tolsemi ímillum fólk.
? Men musikkurin er enn tann sami, tað er rættiliga lívligur rokktónleikur, men vit spæla eisini løg, sum fella væl í oyruni.
MC Hár eru væl mannaðir.Teir verða ikki færri enn átta mans á pallinum í Hvalba í Kvøld, og júst stórfingnar framførslur hevur altíð verið eitt eyðkenni fyri MC Hár og teir lova, at tað verður lív í, tá ið teir fara á pallin í Hvalba í kvøld.