Miðvágs Bóltfelag er nú uttan nakað lið í vaksnamannafótbólti. Felagið, sum í 2015 spældi í næstbestu deildini, hevur tikið einasta vaksnmannaliðið úr kappingini, skrivra jn.fo.
Fótbóltssambandið boðið í gjár frá, at felagið hevur tikið liðið úr kappingini. Í fráboðanini stendur; ”MB hevur tikið liðið úr kappingini hjá 3. deild monnum í bólki A.Tískil verða dystirnir móti MB í bólki A ikki leiktir."
Tað sá annars gott út hjá MB, sum í 2014 vann 2. deild, men tað gekk avbera illa í 1.deild árið eftir. Síðani hevur liðið havt tað avbera torført á vøllinum flutt allan vegin niður í 3.deild, har liðið nú er tikið úr kappingini. Felagið hevur higartil ikki verið sinnað, at verið ein partur av 07 Vestur samstarvinum á Vágunum.