Jóhan Dahl hevur verið til staðar hesar dagarnar, norðurlendsku mat ambassadørarnir hava vitjað.
- Eg má siga, at hetta hevur verið eitt gott tiltak fyri okkum, sum vanliga ikki hugsað um slíkt, sum mat. Hetta hevur verið sera gevandi fyri meg, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl.
Í morgun var ein fundur millum hann, landsstýriskvinnuna í mentamálum og kokkin á Gourmet, Leif Sørensen.
- Eg kundi hugsað mær, at matvøruvinnan fekk eina hægri raðfesting. Tí havi eg biðið Leif Sørensen um at koma við einum uppleggi, har tey mæla til hvørjar broytingar skulu gerast. Jú skjótari tað verður gjørt, jú skjótari kann tað fáa politiska viðgerð.
Jóhan Dahl sigur, at hann hevur fingið nógv burturúr fundinum, og at hann ynskir at matvøruvinnan verður betri raðfest.
- Arbeiðið, sum hini londini hava gjørt í samband við Nordisk Mad er heilt fantastiskt. Teirra matgerð hevur gjørt norðurlond heimskend. Tak bara donsku matstovuna, Noma, sum er triðbest í heiminum. Vit hava góðar rávørur í Føroyum, og vit kunnu læra nógv av Nordisk Mad samtakinum. Eitt nú veit eg, at Noreg nýtir Stavanger, til at marknaðarføra seg sum land, sigur Jóhan Dahl.
Hann leggur afturat, at við at menna matvøruvinnuna, kunnu vit seta ferð á føroyska ferðavinnu, og tí skal matvøruvinnan avgjørt vera partur av vinnumenningini í Føroyum.