Ein nýggj sjónvarpsrøð um grønlendskan mat skal fáa útlendingar at velja sær Grønland sum ferðamál. Røðin, sum hevur fingið heitið ?A taste of Greenland?, er í seks pørtum, og til at hjálpa sær hava grønlendingar fingið nýsælendska meistarakokkin Chris Coubrough, ið hevur lutin sum vertur í sendirøðini.
Tað eru grønlendska ferðavinnan, vinnufeløg, útbúgvingarstovnar, ymsir felagsskapir og onnur, sum hava tikið stig til sendirøðina.
Sambært blaðnum Sermitsiaq eru stigtakararnir væl væl nøgdir við úrslitið. Teir ivast ikki í, at røðin kann fáa útlendingar at fáa ans fyri grønlendskum mati og landinum sum heild.