Matstova í Havn sigur takk og farvæl

Steikin hevur havt opið fyri seinastu ferð

Fyri júst einum ári síðani lat nýggj matstova upp mitt í Havn við navninum "Steikin". Men nú er greitt, at virksemið heldur uppat, og matstovan hevur snarað lyklinum fyri seinastu ferð.

– Vit eru sera hørm um at bera tykkum hesi boðini. Núverandi eigarinir av matstovuni hava valt av persónligum orsøkum ikki at opna Steikina aftur, siga tey úr Steikini.

– Vit vilja gjarna takka øllum starvsfólkum og gestum fyri hesa tíðina, vit hava havt saman, siga tey.

Nógvar matstovur hava eftir hondini hildið til í hølunum í Tórsgøtu 11. Og eftir øllum at døma letur enn ein heilt nýggj matstova upp sama stað um einar tveir mánaðir undir nýggjari leiðslu. Tað fortelur Steikin eisini í fráboðanini um niðurlagda virksemið. 

Konseptið í Steikini var, at maturin bleiv serveraður sum stór buffet. Haraftrat raðfesti matstovan familjur við børnum. Tí var eitt stórt innandura spælipláss í kjallaranum til børnini.

Stigtakararnir til Steikina vóru Ruben Busk, Terji Sørensen og Sigfríður á Plógv Hansen.